KÍ skal spæla ímóti norska meistaraliðnum

KÍ skal spæla ímóti norska meistaraliðnum
KÍ fekk harða mótstøðu í fyrsta umfari í Champions League. Bodø/Glimt úr Norra, sum kom í fjórðingsfinaluna í Conference League í fjør, verður mótstøðuliðið hjá klaksvíkingum
KÍ skal spæla ímóti norska meistaranum í 1. umfari av Champions League
 
14.06.2022 - 11:08

KÍ skal spæla ímóti Bodø/Glimt í 1. umfari av meistarakappingini hjá UEFA.

Tað er greitt eftir lutakastið, sum var fyri løtu síðan. 

Hetta má metast at vera eitt trupult lutakast fyri føroyska meistaran, sum helst hevði ynskt sær The New Saints úr Wales ella Zalgiris úr Litava.

Bodø/Glimt hevur vunnið norska meistaraheitið tvey ár á rað, og í fjør rakk felagið fjórðingsfinaluna í Conference League, har Roma varð ein ov stórur biti at gloypa.

KÍ spælir fyrra dystin ímóti Bodø/Glimt á útivølli antin 5. ella 6. juli, og returdystin á heimavølli antin 12. ella 13. juli.

Sí lutakastið niðanfyri
 

UEFA_2



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542