Skúlarnir á Sandi fyrst

Skúlarnir á Sandi fyrst
Meginskúlin er saman við Skopunar og Sands skúla millum fyrstu skúlarnar í Føroyum at gerast partur av Skúlaneti
 
08.07.2022 - 14:10

Nógv virksemi er á skúlunum í Sandoy, hóast næmingar og lærarar eru farnir í summarfrí. 

Meginskúlin er saman við Skopunar og Sands skúla millum fyrstu skúlarnar í Føroyum at gerast partur av Skúlaneti.

Skúlarnir í Sandoy eru sostatt fyrstu skúlarnir, ið eru væl á veg at lúka nýggju høgu krøvini um KT-trygd og dátuvernd.

KT er ein týðandi partur av undirvísingarøkinum, og krøvini til trygdina hjá næmingum, starvsfólkum og skipanum eru nýliga nógv herd, skrivar skúlin.fo

Hetta kann gerast ein tíðarkrevjandi uppgáva at lyfta fyri undirvísingarstovnar. Við at veita KT-uppgávurnar út til Skúlanet, kann tíð og orka áhaldandi brúkast til at hugsavna seg um næmingar og undirvísing.

Í hesum døgum hava starvsfólk frá Gjaldstovuni, sum umsitir Skúlanet, saman við einum netveitara, verið runt á skúlunum í Sandoy og sett upp útgerð. 

Skálavíkar, Sørvágs og Sjóvar kommunur og Vinnuháskúlin hava eisini gjørt avtalu um at gerast partur av Skúlaneti, og aðrar kommunur í eru eisini áhugaðar í tænastunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521