Heimurin syrgir Oliviu Newton-John

Heimurin syrgir Oliviu Newton-John
Í gjárkvøldið andaðist heimskenda sangarinnan og sjónleikarin Oliva Newton-John, 73 ára gomul, ið fekk sítt altjóða gjøgnumbrot við filminum Grease. Í dag syrgir heimurin hana
Ein ung Olivia Newton-John
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
09.08.2022 - 11:49

Í Los Angelse hava fjepparar í dag lagt blómur við stjørnuna hjá Oliviu Newton-John, ið andaðist í heimi sínum í Suðurkalifornia í gjárkvøldið. 

Eisini aðrar Hollywood-stjørnur hava í dag víst sína samkenslu og sent Oliviu Newton-John eina síðstu kvøðu. 

John Travolta, sum spældi saman við Oliviu Newton-John í filminum "Grease", hevur lagt eina kenslubornar kvøðu til avstralska starvsfelagan og vinkonuna út á Instagram-vangan hjá sær. 

"Allarbesta Olivia, tú ríkaði lív okkara, og eg elski teg so nógv," skrivar John Travolta millum annað. 

 

 

Eisini heimskendi sjónvarpsverturin Oprah Winfrey hevur skrivað Oliviu Newton-John eina kvøðu á sínum Twitter-vanga. 

 

 

Sharon Osbourne, ið er kona heimskenda tungmálmssangaran Ozzy Osbourne, heiðrar eisini minnið eftir Oliviu Newton-John og framhevjar hennara arbeiði fyri bróstkrabba.

 

 

Olivia Newton-John bleiv serliga kend fyri sín leiklut sum Sandy í musikalfilminum "Grease" frá 1978, ið bleiv sera væl dámdur um allan heimin og var tann filmurin, sum seldi flest biografatgongumerkir kring heimin tað árið. 

Í "Grease" syngur Newton-John millum annað "Hopelessly Devoted To You", sum hon bleiv tilnevnd til eina Grammy fyri, og ikki minst duettirnar "Summer Nights" og "You’re The One That I Want" saman við John Travolta.

 

 

Í 1980 spældi hon við í filminum "Xanadu", umframt at hon eisini sang heitissangin. "Xanadu" náddi upp á ovastu tindarnar í fleiri londum, eitt nú í Stórabretlandi.

 

 

Í 1981 útgav Olivia Newton-John eisini hittið "Physical', sum lá nummar eitt á Billboard Hot 100-listanum í tíggju vikur.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977