Nummar tjúgu mestsum í posanum

Nummar tjúgu mestsum í posanum
Við flottum frísparki tryggjaði Árni Frederiksberg KÍ tepran sigur á Víkingi í Sarpugerði, og nú er 20. føroyameistaraheitið mestsum vunnið hjá klaksvíkingum
Skotið: Árni Frederiksberg hevur tryggjað KÍ sigurin við frálíkum frísparkið
 
11.09.2022 - 17:05

Árni Frederiksberg tryggjaði við flottum frísparki KÍ tepran sigur á Víkingi, og samstundis er 20. føroyameistaraheitið mestsum í posanum hjá klaksvíkingum.

Tað var annars Víkingur, sum legði seg framum við sínum fyrsta máli ímóti KÍ hetta kappingarárið. Fýra minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, tá Jákup Johansen gav teimum ljósabláu leiðsluna.

KÍ svaraði aftur beinanvegin. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði René Shaki Joensen til 1-1. Javnleikurin helt sær til 77. minutt. Tá fekk KÍ fríspark, og Árni Frederiksberg gjørdi tað, sum hann so ofta fyrr hevur gjørt. Við einum flottum skoti upp í hornið, tryggjaði hann KÍ sigurin.

Um KÍ fær stig ímóti B68 næsta leygardag, meðan Víkingur tapir fyri HB, fer FM-steypið til Klaksvíkar annað árið á rað.

B36 og HB vunnu stórt

HB smurdi 07 Vestur av á Dungasandi. Vágamenn hava fingið góð úrslit í seinastuni - millum annað 2-2 javnleik ímóti KÍ í kappingini um Løgmanssteypið - og fyri steðgin leikti toluliga javnt á. 

Mads Borchers, sum skoraði tvey mál ímóti KÍ, hevði sínar møguleikar, men tók ikki av. Tað gjørdi Pætur Petersen hinvegin. Beint fyri steðgin legði hann HB á odda, og í seinna hálvleiki legði hann tvey afturat, áðrenn Eivind Restorff Mouritsen økti til endaligu støðuna, 4-0, við sínum fyrsta máli í Betri-deildini.

B36 vitjaði úti Argjum, og tað tók ikki langa tíð at tryggja sær trý stig. Michal Przybylski skeyt tvey mál, meðan Rasmus Reihdar Nissen, Sonni Ragnar Nattestad og Magnus Holm Jacobsen fingu hvør sítt í 5-0 sigrinum. 

Í fjórða dystinum sunnudagin vitjaði NSÍ Skála undir Mýruhjalla. Heimaliðið, sum mestsum er farið niður í 1.deild, legði seg á odda fyri steðgin við sjálvmáli, men NSÍ, sum berjist fyri Betri-livinum, javnaði seint í dystinum við máli frá Klæminti A. Olsen, sum skeyt sítt sjeynda landskappingarmál í ár.

Leygardagin spældu EB/Streymur og B68 javnleik á Svangaskarði. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744