Tveir við fyri fyrstu ferð

Tveir við fyri fyrstu ferð
Pætur Petersen og Andrass Johansen eru tiknir út til A-landsliðið í fótbólti fyri fyrstu ferð og eru við í hópinum til dystirnar ímóti Litava og Turkalandi seinni í september
Úttiknir: Pætur Petersen (t.v.) og Andrass Johansen eru við í A-landsliðshópinum fyri fyrstu ferð
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
12.09.2022 - 10:51

Pætur Petersen úr HB og Andrass Johansen eru úttiknir til A-landsliðið fyri fyrstu ferð. 

Tað er greitt eftir tíðindafund fyrrapartin.

Teir báðir eru við í hópinum til Nations League-dystirnar ímóti Litava og Turkalandi seinni í september. 

Andrass Johansen hevur verið eyðsýndur á B36-liðnum hetta kappingarárið, ímeðan Pætur Petersen hevur verið millum bestu spælararnar í deildini, síðan Dalibor Savic gjørdist HB-venjari.


Føroyski hópurin:

Málverjar 
Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (Ísland) 
Teitur Matras Gestsson, HB Tórshavn 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36 Tórshavn 

Verjuspælarar 
Hørður Askham, HB Tórshavn 
Sonni Ragnar Nattestad, B36 Tórshavn 
Heini Vatnsdal, KÍ Klaksvík 
Viljormur Davidsen, Helsingborgs IF (Svøríki) 

Verjuspælarar / miðvallarar 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur 
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík 
Rene Shaki Joensen, KÍ Klaksvík 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odds Ballklub (Noreg) 
Ári Mohr Jónsson, HB Tórshavn 
Heðin Hansen, HB Tórshavn 

Miðvallarar 
Hallur Hanssson, KR Reykjavík (Ísland) 
Sølvi Vatnhamar, Víkingur 
Andrass Johansen, B36 Tórshavn 
Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík 
Meinhard Egilsson Olsen, Mjøndalen (Noreg) 
Hannes Agnarsson, B36 Tórshavn 
Mads Boe Mikkelsen, KÍ Klaksvík 

Framherjar 
Jóan Símun Edmundsson, S.K. Beveren (Belgia) 
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ Runavík 
Patrik Johannesen, Keflavík (Ísland) 
Pætur Petersen, HB Tórshavn 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV