Pláturnar snara fyrstu ferð í Plátupanelinum í morgin

Pláturnar snara fyrstu ferð í Plátupanelinum í morgin
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetur fer Plátupanelið at hittast til tveir tímar beinleiðis sending í útvarpinum millum kokkan 14 og 16. Fyrsta sendingin er í morgin
Plátupanelið verður fyrstu ferð at hoyra beinleiðis í útvarpinum í morgin, leygardagin, klokkan 14. Uni Leitisstein Hansen er vetur, meðan panelið er í morgin mannað við Knút Háberg Eysturstein, Eileri Sørensen og Fróða Løkságarð
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.09.2022 - 20:26

Í morgin, leygardagin, klokkan 14 verður Plátupanelið fyri fyrstu ferð varpað út í luftina sum sjálvstøðug sending í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. 

Higartil hevur Plátupanelið búð inni hjá sendingini LEITISSEIN, men nú flytur panelið inn til sín sjálvs.  

Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetur fer Plátupanelið at hittast til tveir tímar beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt tónleikaevni verða viðgjørd. 

 

Hvat er Plátupanelið?

Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamáls at varpa ljós á tónleik og at fara í dýpdina við tónleikinum.

Ætlanin er eisini at geva lurtarunum høvi at luttaka í sendingini við at senda smsboð á 224000. 

Plátupanelið er mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga, alsk og vitan um tónleik. 


Eiler Sørensen hevur síðuna Plátuhornið á Facebook, og er fastur samvertur í sendingini LEITISSTEIN. Eiler Sørensen hevði eitt skiftið sendingina "Tónleikanørdurin" í útvarpinum. Mynd: Bjarni Á. Rubeksen

 

Manningin í fyrsta Plátupanelinum er Knút Háberg Eysturstein, Fróði Løkságarð og Eiler Sørensen.

Teir tríggir løgdu lunnar undir konseptið í LEITISSTEIN, men ætlanin er eisini at ymisk fólk manna Plátupanelið. Guðrið Hansdóttir hevur eisini játtað at vera við. 

Eiler Sørensen heldur, at Plátupanelið er ein møguliga hjá Kringvarpi Føroya at spæla tónleik í útvarpinum, sum vanliga ikki er at hoyra.

"Vit taka ymisk tema upp, eitt nú árstøl og sjangrur, og tað gevur okkum limum í Plátupanelinum møguleika at borðreiða við onkrum forkunnigum tónleiki, sum nógvir lurtarar kanska ikki hava hoyrt áður."


Fróði Løkságarð er fyrrverandi tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya og hevur gjørt hópin av tónleikasendingum í útvarpinum og sum partur av umhvørvinum kring Studio Pegasus í Klaksvík. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Fróði Løkságarð heldur, at Plátupanelið er kærleiki til tónleikin í einum karmi, sum kanska minnir eitt sindur um tað, ið gongur fyri seg í kvøldskúlunum kring landið.

"Har verður eitt sindur sum ættargansking fyri tey áhugaðu, eitt sindur av fordjúpilsi og heimspeki, men mest av øllum tónleikanørdarí og góður stemningur," sigur Fróði Løkságarð, sum er fyrrverandi tónleikasamskipari í Kringvarpi Føroya. 

Ta tíðina Plátupanelið búði inni hjá LEITISSTEIN vóru hesi tónleikaárini umrødd: 1971, 1987, 1992, 1997, og so ein temasending um Heavy Metal frá 70unum, 80unum, 90unum og 00unum


Knút Háberg Eysturstein er tónleikari, tónleikafrøðingur og námslektari á Fróðskaparsetri Føroya. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

1982

Evnið í fyrsta Plátupanel verður tónleikaárið 1982. Tað vil siga plátur, sum í ár kunnu hátíðarhalda sín 40 ára dag. 

Eiler Sørensen eigur hugskotið til at byrja við 1982. 

"1982 er árið, tá ið MTV veruliga tekur dik á seg, New Wave of British Heavy Metal er í hæddini, harði suðurkaliforniski punkurin ger nógv um seg, og spennandi plátur innan New Wave og Post-Punk koma út. MTV fer frá trimum milliónum hyggjaranum til níggju milliónir, og tónleikaútvarpsstøðir spíla seg eisini út fyri at fáa lurtarar. Tann stóri taparin er plátufeløgini, sum selja 15 prosent færri plátur í 1982 enn 1981."


Uni Leitisstein Hansen, sum er vertur fyri fyrsta Plátupanelinum, er kendur sum tónleikaummælari og vertur í tónleikasendingini LEITISSTEIN í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

Plátupanelið
Beinleiðis
Í útvarpinum
Leygardagin 1. oktober
Kl. 14.00 til 16.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285