Boksaðu seg til tvey heiðursmerki

Boksaðu seg til tvey heiðursmerki
Tvey heiðursmerki var úrslitið, tá ið fleiri føroyskir boksarar kappaðust í stórari boksistevnu í Hillerød
Teitur Annand og David Kunoy fingu báðir heiðursmerki í Hillerød
Mynd: Tórshavn Boksing  
 
17.10.2022 - 20:53

Eitt gull og eitt silvurheiðursmerki varð úrtøkan, tá ið tríggir føroyskir boksarar kappaðust í stórari boksistevnu í Hillerød, skrivar portal.fo.

Teitur Annand vann gull, og David Kunoy fekk silvurheiðursmerki. Triði boksarin, sum umboðaði Tórshavn Boksing í HSK Box Cup, var Jonathan Malaikev.

Teitur Annand kom beinleiðis í finaluna, har hann boksaði í lættvektsbólkinum fyru U19-boksarar, og hann vann á lokala boksaranum, Jacobi Jønsson í øðrum umfari.

David Kunoy (U19-millumlættvekt) vann í hálvfinaluni upp á stig á einum donskum boksara. Í finaluni tapti hann 4-1 á svianum, Gvidas Smailys, úr Helsingborg.

Jonathan Malaikev tapti fyri sterka íslendinginum, Sindri Snorrason, í hálvfinaluni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563