Kaðal millum Bretland og Hetland fingið skaða

Kaðal millum Bretland og Hetland fingið skaða
Løgreglan sigur sambært bretska kringvarpinum, at kaðalin er skorin av
 
20.10.2022 - 14:08

Undirsjóvarkaðalin millum Stórabretland og Hetland hevur fingið skaða, og fólk í oyggjunum hava mist at kalla alt alt samband við umheimin.

Tað skrivar bretska kringvarpið, BBC.

Løgreglan sigur sambært bretska kringvarpinum, at kaðalin er skorin av.

Eisini í farnu viku fekk sjókaðalin skaða. Ta ferðina var tað kaðalin, sum er millum Føroyar og Hetland. Tann skaðin verður eftir ætlan liðugt umvældur leygardagin.

Alastair Carmichael, ið umboðar Hetland í Undirhúsinum, sigur við BBC, at hann hevur sett seg í samband við stjórnina.

Hon sigur, at tað fara at ganga nakrir dagar, áðrenn sambandið til og úr Hetlandi aftur riggar, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025