Spískamarið: "Eg livi dreymin"

Spískamarið: "Eg livi dreymin"
Síðani Jóhannus Kallsgarð var smádrongur, droymdi hann um at gerast bóndi á Trøllanesi, sum nú er veruleiki. Spískamarið fór forvitnisligan túr í bjørgini við Jóhannusi bónda.
Jóhannus Kallsgarð er bóndi í Trøllanesi. Í nýggjasta parti av Spískamarinum fer Jóhannus bóndi í bergið við Gutta, og ætlanin er at fanga ritupisur.
Mynd: Skíggjamynd úr øðrum parti av Spískamarinum.  
 
03.11.2022 - 15:46

Jóhannus Kallsgarð er bóndi á Trøllanesi í Kalsoy, og sambært honum sjálvum, so er tað dreymalívið.

Bóndalívið er alt tað, sum Jóhannus droymdi um sum smádrongur. 

"Eg kann fara at fleyga í bjørgunum, um eg vil tað. Eg kann fara í hagan, at hyggja eftir seyði, um eg vil. Eg bestemmi sjálvur. Tað er veldigt."

Spískamarið, Kallsberg, í sessinum

Caption: 
Jóhannus Kallsgarð og Gutti Winther á veg oman í sessin undir steini at fanga fugl. Meðan tað er gerandisdagur hjá Jóhannusi, er Gutti eitt sindur meira pressaður.

Tað var ikki av tilvild, at Jóhannus gjørdist bóndi á Trøllanesi.

Familjan hevur røkt garðin síðani áleið 1698. 

"Eg meini, eg eri nummar 14 ella 15 í røðini, sum hevur røkt garðin."

 

 

Bergið er felagsnevnarin

Á vestaru síðu av Kallinum er sessurin "Undir steini".

Her hava fólk í øldir fleygað ritupisur og havhest. Og enn verður sessurni brúktur. 

Bjørgini hava hildið lív í bygdini gjøgnum tíð og dag, tí at fuglur altíð hevur leitað sær í bergini.

Men tað hevur ikki verið fleygað einans fyri at seta mat á borðið. 

"Fuglurin, kanska serliga ritan, hevur havt øgiliga nógv at siga her. Fyrr í tíðini, serliga í fimtiárunum, varð ritan mest fleygað fyri fjøðurin, sum varð brúktur til dýnur og koddar og tílíkt," sigur Jóhannus Kallsgarð. 

Spískamarið, Havhestur

Caption: 
Árstíðin var ikki júst tann besta til ritupisur, men havhestar kann man so at siga fanga alt árið, sigur Jóhannus, sum her hevur fangað ein havhest.

 

Og nú draga bjørgini ferðafólkini til sín. 

"Tað er felagsnevnarin til allar tíðir. Um tað ikki er fuglurin, so eru tað ferðafólk, sum vilja síggja bjørgini," sigur Jóhannus Kallsgarð. 

 

Ferðavinnan fyllir nógv

Niðanfyri sessin sigst, at James Bond liggur undir grønutorvu. Tað hevur eisini havt við sær, at fleiri ferðafólk vilja ein túr út í Kalsoynna. 

Men framúrskarandi náttúran dró eisini ferðafólkini norður til Kalsoyar, áðrenn James Bond doyði har.

Og sambært Jóhannusi, so er ferðavinnan komin fyri at vera, og tí ræður um  at gagnnýta nýggju tilveruna. 

"Ferðavinnan er tað stóra í dag. Og hon ger eisini, at tingini hanga saman. Seyðahaldið er sera lítið, og tað er ikki nakað ,man livir av sum so."

Spískamarið, Kallsberg, í sessinum

Caption: 
Bergið, sum í øldur hevur drigið mangan fuglin til sín, dregur nú eisini ferðafólk úr øllum heiminum til Kalsoyar.

 

Livir av staðnum

Heldur hevur bóndin valt at síggja ferðavinnuna sum ein møguleika fyri at vera fult sjálvbjargin innanfyri bøgarðarnar, samstundis sum náttúran verður varðveitt og viðlíkahildin.

"Tað vísir seg, at tað gerst betri og betri fyri hvørt ár. Nú er man komin hartil, at man livir av staðnum. Millum annað av seyði og ferðavinnu." 

Ein fjalltúrur við ferðafólkum dámar eisini bóndanum væl. 

"Eg kann fara ein túr í fjøllini við ferðafólkunum, og fortelja teimum alt tað góða við Føroyum og vísa teimum, hvat eg og mínir forferdrar hava gjørt her millum ár og dag." 

Og tað er sanniliga ein stórsligin sjón. 

 

Spískamarið á Trøllanesi

Kom við Gutta og Spískamarinum til Trøllanesar. Har tað millum annað verður farið í bergið við Jóhannus bónda eftir havhestum. 

Og so skal fuglurin eisini tilgerðast. Og tað verður sjálvandi við lokalum rávørum. 

Tí á Trøllanesi er eisini nógv grønmeti, eplir, røtir, vínrabarbur og trøllaostur. Tað er sonn matgleði! 

202201103_REYP_SPISKAMARID_02_OK

 

Hvat: Spískamarið (2:4)
Heiti: Trøllanes
Hvar: Í sjónvarpinum
Nær: Kl. 19.25


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
LEITISSTEIN 24.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010