- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelur og sild á Sandi
Makrelur og sild á Sandi
Fiskavirkið á Sandi, har tey áður arbeiddu saltfisk, kemur nú aftur til heiður og æru, men við aðrari framleiðslu.

06.11.2022 - 22:50
Í næstum verður farið undir at roykja makrel og at marinera sild á fiskavirkinum á Sandi, har tey áður arbeiddu saltfisk.
Virkið er sett í stand og verður gjørt út til nýggju framleiðsluna.
Tað skrivar Sands kommuna á heimasíðuni.
Virkið á Sandi hevur annars ligið stilt í fleiri ár, men í eina tíð verið arbeitt við at seta virkið í stand aftur til nýggja framleiðslu.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV




























