Andrias og Noah fáa sín fyrsta dyst

19.11.2022 - 15:34
ÍtrótturFótbóltur
Andrias og Noah fáa sín fyrsta dyst
Andrias Edmundsson og Noah Mneney spæla fyri føroyska A-landsliðið fyri fyrstu ferð, tá Kosovo tekur ímóti í venjingardysti í Pristina
Andrias Edmundsson og Noah Mneney fáa sín fyrsta A-landsdyst í Pristina
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 

Andrias Edmundsson og Noah Mneney spæla sín fyrsta landsdyst, tá Kosovo og Føroyar bresta saman á Fadil Vokrri Stadion í dag í Pristina.

Noah Mneney spælir á miðvøllinum undir liðini á René Shaki Joensen, meðan Andrias Edmundsson byrjar í miðverjuni saman við Gunnari Vatnhamar.

Í málinum byrjar Mattias Lamhauge, meðan Bárður á Reynatrøð má taka til takkar við plássi á beinkinum.

Føroyska liðið:

Mattias Lamhauge; Viljormur Davidsen, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar, Gilli Sørensen; Meinhard Olsen, Noah Mneney, René Shaki Joensen, Sølvi Vatnhamar; Patrik Johannesen, Pætur Petersen.

Á bonkinum sita Bárður á Reynatrøð, Hans Jørgensen, Mads Boe Mikkelsen, Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint Andrasson Olsen, Heðin Hansen, Hanus Sørensen, Samuel Chukwudi, Jann Benjaminsen, Andrass Johansen, Martin Agnarsson, Kaj Leo í Bartalsstovu og Stefan Radosavljevic.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. desember
Góðan morgun Føroyar 01. desember 2022
148795
Hósdag 1. desember
Morgunlestur hósdagur 1. desember 2022
148582
Mikudag 30. november
Tjóðveldi í Tinginum
148749
Mikudag 30. november
Góðan morgun Føroyar 30.11.2022
148737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. desember
Val kring landið - Hov
148799
Mikudag 30. november
Tjóðveldi í Tinginum
148742
Mikudag 30. november
Sambandsflokkurin í Andglettinum
148728
Týsdag 29. november
Val kring landið - Klaksvík
148669