Ørvur vann mest á heimavølli

Ørvur vann mest á heimavølli
Jóannes Poulsen og Hans Petur Højgaard úr Ørvi vunnu gull í compound og recurve, Sólgerð Henriksen úr Vágaskoti vann í recurve og Rakul Dam úr Tambar var best í compound
Bogaskjótikapping úr 18 metra frástøðu var í Løkshøll um vikuskiftið
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya  
 
28.11.2022 - 09:10

Hans Petur Højgaard, Sólgerð Henriksen, Jóannes Poulsen og Rakul Dam skutu best, tá bogaskjótikapping á 18 metra frástøðu var í Løkshøll sunnudagin.

Fýra menn kappaðust í recurve við monnum. Hans Petur Højgaard úr Ørvi og Hans Bogi Ellefsen úr Vágaskoti vunnu seg í finaluna, og har var maðurin í Ørvi hvassari og vann 6-2.

Í recurve við kvinnum vóru eisini fýra skjúttar. Roynda Sólgerð Henriksen úr Vágaskotið vann 6-4 í hálvfinaluni á liðfelaganum, Tóru Dinnu Reynskor, meðan Jastrid M. Jensen úr Tambar vann 7-3 á Rebekku L. Olsen, eisini úr Tambar.

Í finaluni vísti Sólgerð Henriksen onga náði og vann 6-0.

Í compound við monnum vunnu Nikkel Petersen og Jóannes Poulsen úr Ørvi seg í finaluna. Nikkel (145) fekk meir stig enn Jóannes (144) í hálvfinaluni, men Jóannes Poulsen lyfti stigið í finaluni, og skeyt seg til gullið við 148 stigum ímóti 139.

Í compound við kvinnum vóru bert tveir skjúttar. Rakul Dam úr Tambar vann 126-107 á Helenu við Misá úr Ørvi.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Mánadag 29. juni
RagnarRokk: Johan Karlsson um Mournbraid
209106
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107