ES og USA : Samstarv skal byrgja fyri handilskríggi

ES og USA : Samstarv skal byrgja fyri handilskríggi
Forkvinnan í ES-nevndini mælir til, at USA og ES í felag gera íløgur í tvær ídnaðarmiðstøðir fyri grøna orku báðumegin Atlantshav
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, sigur, at USA og ES eiga at samstarva til tess at byrgja fyri handilskríggi.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.12.2022 - 10:16

- USA og ES eiga saman at gera íløgur í grøna tøkni og byrgja fyri oyðileggjandi handilskríggi.

Tað sigur forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen.

- Í sambandi við veðurlagsbroytingar og kapping úr Kina, hava USA og ES felags áhugamál um at varðveita ídnaðarligu leiðslu okkara, segði von der Leyen í talu síni á College of Europe í Brugge í Belgia í gjár.

Forkvinnan í ES-nevndini vendi sær beinleiðis til USA, tí ES er stúrið um, at Washington nýliga hevur samtykt at veita amerikonskum brúkarum 700 milliónir dollarar í skattalætta.

Samtyktin veitir m.a. teimum skattafrádrátt, sum keypa el-bil við battaríum, sum eru framleidd í USA ella í ávísum londum, sum hava fríhandilsavtalu við USA.

ES og USA hava umfatandi handilssamstarv, men hava onga avtalu av hesum slagi.

 

Rakar Evropa

Fleiri bilframleiðarar eru í ES, og óttin í ES er, at amerikanska samtyktin kann raka evropisku framleiðararnar.

Von der Leyen ávarar um, at ES kann seta í gildi tiltøk sum aftursvar til grønu tøknilógina í USA, men hon heldur, at ES og USA heldur eiga at samstarva fyri at loysa málið.

- USA og ES eiga tí í felag at gera íløgur í tvær ídnaðarmiðstøðir fyri grøna orku báðumegin Atlantshav, segði von der Leyen, sum legði aftrat, at so mugu strongu reglurnar fyri almennar íløgur linkast.

Hon segði eisini, at USA og ES eiga at menna samstarvið fyri at fáa atgongd til og framleiða týdningarmiklar rávørur og sostatt skerja fyrimunirnar hjá Kina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117
Hósdag 12. februar
Filip: Tað er løtan
204118
Hósdag 12. februar
Jóhanna: Tey dansa eins og skuggar
204119