Óbroyttar kvotur í norskum sjógvi næsta ár

Óbroyttar kvotur í norskum sjógvi næsta ár
Harumframt kunnu 2.260 tons av toski og hýsu í russiska partinum av Barentshavinum fiskast í norskum sjógvi
Føroyar og Noreg skrivaðu mikudagin undir fiskirættindasáttmála fyri 2023.
Mynd: Fiskimálaráðið  
 
09.12.2022 - 14:35

Føroyar og Noreg hava gjørt avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2023. 

Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi minkar munandi næsta ár, eru londini sinnað at varðveita núverandi stig í avtaluni.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2023 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur samanborið við í ár.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2023 vera eisini óbroyttar.

 

Makrelkvotan eisini óbroytt

Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, og kvotan av brosmu verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær í føroyskum sjógvi, verður eisini óbroytt, 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið sleppa føroysk skip at fiska tosk og hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi.

 

Fáa meiri svartkjaft í føroyskum sjógvi

Føroyar kunnu samanlagt flyta 6.250 tons av botnfiskakvotuni í Russlandi í norskan  sjógv at fiska. Tað eru 2.260 tons fleiri enn í ár. Afturfyri verður norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi í 2023 50.000 tons. Í fjør var henda kvotan 31.920 tons í ár.

Noreg var vertur fyri samráðingunum hesaferð, og samráðingarnar vóru í Oslo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595