ES økt um innflutningin av gassi úr Russlandi

ES økt um innflutningin av gassi úr Russlandi
Evropeisku revsitiltøkini móti Russlandi fevna um innflutning av olju, men ikki av gassi. Og sambært NRK er russiski útflutningurin av gassi til Evropa vaksin í 2022.
 
30.12.2022 - 10:10

Hóast kríggið í Ukraina er russiski útflutningurin av LNG-gassi til Evropa vaksin nógv í 2022. Tað skrivar NRK.

LNG-gass er flótandi gass, sum verður flutt við skipi til terminalar á landi, har tað verður gjørt til "vanligt gass."

Evropeisku revsitiltøkini móti Russlandi fevna um innflutning av olju, men ikki av gassi. Evropeisku londini hava sagt, at tey vilja gera seg leys av russiskum gassi, men kortini vísa tøl, at lond sum Frakland, Belgia og Spania hava økt munandi um innflutningin av russiskum LNG-gassi. 

Mett verður, at samanlagt er innflutningurin av LNG-gassi úr Russlandi til ES vaksin 50 prosent í 2022.

Professarin og granskarin Arild Moe frá Fridtjof Nansens Institutt sigur við NRK, at hetta er ein andsøgn, men ein náttúrlig avleiðing av, at Evropa er so bundið av russiskum gassi.

"Tað ber rætt og slætt ikki til hjá ES at steðga innflutninginum av russiskum gassi nú, sjálvt um tey siga, at málið er at minka bundinskapin til ein triðing av tí, hann er í dag. Vit hava embargo á skipaflutning úr Russlandi við olju, men ikki við gassi," sigur Arild Moe við NRK.

Sambært netsíðuni Russia Fossil Tracker hevur ES innflutt gass úr Russlandi fyri 50 milliardir evrur - meir enn 370 milliardir krónur - síðani russiska álopið á Ukraina 24. februar í ár.

Mett verður, at umleið 60 prosent av útflutningin hjá Russlandi er orka, og at góð 40 prosent av landsins inntøkum koma av olju og gassi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974