Leiguíbúðirnar minni verdar enn byggikostnaðurin

Leiguíbúðirnar minni verdar enn byggikostnaðurin
Bústaðir kanna nú møguleikan at broyta lutaíbúðirnar í Vági til leigubústaðir
Nú klárt er at flyta í leiguíbúðirnar í Vági, vísir tað seg, at byggikostnaðurin er dýrari enn virðið á íbúðunum.
Mynd: Bústaðir  
 
06.01.2023 - 12:20

Roknistykkið at byggja lutaíbúðir í Vági hongur ikki saman, nú tað er greitt, at byggikostnaðurin er størri enn prísmetingin av lidnu íbúðunum. 

Tí kanna Bústaðir nú, um lutaíbúðirnar kunnu verða leigubústaðir í staðin.

Tað var um ársskiftið í 2019/2020, at farið var at arbeiða við ætlanini um at byggja lutaíbúðir í Vági.

Tann 26. juli í 2021 vóru íbúðirnar settar upp, og tann 30. juni í fjør vóru tær latnar Bústøðum. Íbúðirnar vóru tá at kalla klárar at flyta í.

Men íbúðirnar standa framvegis tómar, og fólk, sum hava áhuga fyri lutaíbúð, siga Kringvarpinum frá, at tey hava onki frætt frá Bústøðum í eitt hálvt ár.

Hoyr samrøðu við Andras Róin, stjóra í Bústøðum, í útvarpstíðindunum:

 

06012023_Lutaibudir_i_Vagi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439