Svøríki: Russland breiðir falstíðindi um svensk kjarnorkuvápn

Svøríki: Russland breiðir falstíðindi um svensk kjarnorkuvápn
Svenska uttanríkisráðið sigur, at sendistovan í Moskva setti seg í samband við eina heimasíðu, og heitti á tey um at rætta skeivleikan
Ulf Kristersson, forsætisráðharri, vísir aftur, at ætlanin er at hava kjarnorkuvápn. Hetta eru russisk falstíðindi, sigur hann.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.01.2023 - 11:30

Russiskir miðlar breiða falstíðindi um Svøríki.

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, sigur greitt nei til kjarnorkuvápn í Svøríki, men russiskir miðlar skriva júst tað øvuta.

Fleiri russiskir miðlar skriva, at Ulf Kristersson tekur undir við at hava kjarnorkuvápn upp á svenskari jørð í friðartíð.

RBC, Gazeta, Lenta, News.ru og Kommersant eru nakrir av russisku miðlunum, sum vilja vera við, at svenski forsætisráðharrin skal hava sagt hetta á árligu trygdarráðstevnuni "Fólk og verja" í Sälen sunnudagin, skrivar norska tv2.

 

Verður við í nýggjari rakettverju

Sambært svenskum miðlum, segði Kristersson á ráðstevuni, at Svøríki sum Nato-limur verður við í nýggju rakettverjuni hjá verjusamgonguni, og fer at hava eftirlit í luftini yvir londunum við Eystrasalt, og at svenskar deildir skulu verða til reiðar at hjálpa Nato at verja hesi londini.

Í røðuni reksaði Kristersson eisini upp, hvussu stjórnin ætlar, at Svøríki skal hjálpa Nato í verjuni.

Sambært svenska Aftonbladet broytti russiski miðilin RBC í gjárkvøldið greinina, og umbar seg við vánaligari umseting.

Svenska uttanríkisráðið sigur, at sendistovan í Moskva setti seg í samband við heimasíðuna, og heitti á tey um at rætta skeivleikan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980