Ráðharri finst at matvøruhandlum fyri at hækka prísin

Ráðharri finst at matvøruhandlum fyri at hækka prísin
Norska stjórnin hevur boðað frá tiltøkum til tess at tálma prísvøkstrinum
Norskir matvøruhandlar hava boðað frá, at prísirnir fara at hækka eina tíð aftrat. (Savnsmynd: Aftenposten)
 
12.01.2023 - 13:31

Norski landbúnaðar- og vinnumálaráðharrin, Jan Christan Vestre, finst at stóru matvøruhandilsketunum, sum hava boðað frá, at prísirnir á matvøru hækka eina tíð aftrat.

- Tað er ófrættakent, at handlar gjøgnum miðlarnar ávara um prísvøkstur og broytingar, áðrenn tær eru veruleiki, sigur hann.

Vinnumálaráðharrin heldur, at tað kann vera skaðiligt fyri kappingarførið, at handlar kunna hvønn annan um prísvøkstur á henda hátt.

- Hetta kann vera á markinum til ólógligt samstarv um prís, sigur Vestre eftir fund við umboð fyri matvøruhandlar í dag.

 

Jan Christian Vestre er vinnumálaráðharri í Noregi.

 

Nýggj tiltøk

Eftir fundin boðaði Vestre frá trimum nýggjum tiltøkum fyri at tálma prísvøkstrinum.

Stjórnin fer m.a. at mæla Kappingarstýrinum til at kanna, um matvøruhandilsvinnan hevur havt ólógligt samstarv um prísir.

Hann hevur greiða áheitan á matvøruhandilsvinnuna:

- Hækkið ikki prísin 50 oyru meira enn neyðugt, sigur Jan Christian Vestre, vinnumálaráðharri í Noregi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974