Nógvur svartkjaftur framvegis í føroyskum sjógvi

Nógvur svartkjaftur framvegis í føroyskum sjógvi
Enn er gravgangur av skipum at sleppa fram at landa svartkjaft í Fuglafirði, tí nógvur svartkjaftur er enn at fáa í føroyskum sjógvi
 
19.01.2023 - 09:25

Sjey skip landa svartkjaft í Fuglafirði í hesari vikuni.

Fagraberg hevur, sambært Havsbrún, 2500 tons, Katrin Jóhanna 1700, Polar Amaroq 2200 tons, Christian í Grótinum 3200 tons, Norðingur 1900 tons, Borgarin 2400 tons og Vestmenningur hevur 1850 tons av svartkjafti.

Nógvur svartkjaftur er framvegis at fáa í føroyskum sjógvi.

Fyri at sleppa undan at bíða í Fuglafirði kunna føroysk skip landa svartkjaft uttanlands til 1.mars, og tann møguleikin verður brúktur.

Til dømis eru nógvar landingar í Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595