Finalistarnir hjá monnum skulu finnast

Finalistarnir hjá monnum skulu finnast
Stórur spenningur er undan seinnu hálvfinalunum í hondbólti í Kollafirði og Hoyvík. StÍF er tvey mál frammanfyri KÍF, meðan tað stendur á jøvnum millum H71 og VÍF
StÍF hevur stoltar steypatraditiónir, og er tvey mál frammanfyri KÍF
 
19.02.2023 - 13:52

Tvær spennandi hálvfinalur í steypakappingini í manshondbólti eru á skránni í dag, tí hóast fyrru hálvfinalurnar blivu spældar hóskvøldið, er einki avgjørt.

Seinnapartin í dag klokkan 16.00 tekur KÍF ímóti StÍF í Kollafirði, har kollfirðingar skulu royna at reisast aftur, eftir at teir í fyrru hálvfinaluni taptu við tveimum málum fyri strandingum.

Ikki verður tað minni spennandi í Hoyvíkshøllini klokkan 19.00, tá ið H71 tekur ímóti oddaliðnum í landskappingini, VÍF, tí fyrra hálvfinalan teirra millum í Vestmanna endaði við javnleiki.


Favorittarnir víðari hjá kvinnum

Hjá kvinnum gjørdist í gjárkvøldið greitt, at tað verða H71 og Kyndil, ið skulu spæla steypafinalurnar.

Hóast H71 tapti við einum máli fyri Neistanum, sum í Hoyvíkshøllini vann 29-28, broytti tað einki, tí H71 vann fyrru hálvfinaluna mikukvøldið við heili níggju málum.

Kyndil vann í gjár í høllini á Hálsi í Havn við trimum málum á Stjørnuni, 23-20, so talan gjørdist um greiðan samlaðan sigur til Kyndil, ið mikukvøldið vann við fýra málum norðuri í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862