Vilja ikki hava flóttafólk úr jarðskjálvtaraktum økjum

Vilja ikki hava flóttafólk úr jarðskjálvtaraktum økjum
Grikski ráðharrin í flóttafólkamálum, sigur, at tað er eingin loysn, at fleiri milliónir flóttafólk koma til Evropa
Grikkaland heitir á heimsins lond um at senda meiri neyðhjálp til vanlukkuraktu økini, so at sýrar og turkar ikki hava fyri neyðini at flýggja til Evropa.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
27.02.2023 - 10:17

Grikska stjórnin hevur givið boð um at herða trygdareftirlitið við turkiska markið, tí stúrt verður fyri eini aldu av flóttafólki, sum hava mist hús og heim í jarðskjálvtunum 6. februar.

Grikkaland hevur sett fleiri hundrað eftirlitsfólk aftrat við markið, bæði á sjógvi og landi, fyri at steðga streyminum av fólki.

Notis Mitarachi, ráðharri í flóttafólkamálum, sigur, at tað er eingin loysn, at fleiri milliónir flóttafólk koma til Evropa. 

Tí heitir hann á heimsins lond um at senda meiri neyðhjálp til vanlukkuraktu økini, so at sýrar og turkar ikki hava fyri neyðini at flýggja til Evropa.

Fyri løtu síðani frættist aftur um jarðskjálvta har eysturi í Turkalandi. 

Skjálvtin var mátaður til 5,2 á Richterstiganum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974