FMA 2023: Tilnevningar til ársins útgávu

FMA 2023: Tilnevningar til ársins útgávu
Fimm útgávur eru í uppskoti til virðislønina ársins útgáva til FMA, sum verður leygarkvøldið í Norðurlandahúsinum.
Fimm útgávur eru í uppskot til ársins útgávu.
 
10.03.2023 - 23:00

Leygarkvøldið verður Faroese Music Awards, har bestu føroysku tónleika-avrikini verða heiðrað. Kringvarpið sendir beinleiðis frá stóra tiltakinum. 

10 virðislønir verða latnar. Tríggjar verða avdúkaðar á kvøldinum, meðan sjey virðislønir hava tilnevningar.

Ein av teimum sjey virðislønunum við tilnevningum er ársins útgáva, og í ár eru fimm útgávur í uppskoti til hesa virðisløn.

Útgávan skal verða útgivin í 2022, og samstundis skal talan vera um eina útgávu, sum hevur fleiri enn 3 løg (EP ella album). Tað er ein treyt, at ein føroyingur er oddafólk ella hevur ein definerandi leiklut í skapanini.

 

Ivaveður - Vágaverk

vagaverk.png

Caption: 
Mynd: Vágaverk

Tað eru tær báðar livandi legendurnar, Sámal Ravsnfjall og Jóan Jakku Guttesen, sum manna Vágaverk.

Í 2022 kom nýggjasta útgávan "Ivaveður", sum legðist afturat heildarútgávununum "Váðaverk/Vágaverk" frá 2002 og "Drekkivatn" frá 2014. 

"Ivaveður" var eisini millum tær pláturnar, ið Plátupanelið her í Kringvarpinum á nýggjárinum tók fram sum eina av bestu plátuútgávunum í fjør. 

Hoyr útgávuna her: 

 

Gult Myrkur - Gurðrið Hansdóttir

Guðrið Hansdóttir

Frítekst tagging: 
Caption: 
Mynd: Gwenael Akira Helmsdal Carré

Umframt at teksturin til útgávuna "Gult myrkur" er í uppskoti til ársins tekst, er útgávan í síni heild eisini í uppskoti til ársins útgáva.

"Gult myrkur" var eisini ein av teimum útgávunum, sum Plátupanelið tók fram sum eina av ársins bestu útgávum, tá tónleikaárið 2022 var viðgjørt. 

Guðrið hevur sjálv gjørt øll løgini á útgávuni, burtursæð frá tøkulagnum "Appelsin", meðan Lív Maria Róadóttir Jæger, hevur skrivað allar tekstirnar.

Hoyr útgávuna her: 

 

Can't Hate Myself Into A Different Shape - Brimheim

Brimheim, Helena Heinesen Rebensdorff

Caption: 
Mynd: Hey Jack

Seinastu árini hevur Helena Heinesen Rebensdorff, eisini kend sum Brimheim, av álvara gjørt um seg tónleikaliga. Ikki bara her á klettunum, men eisini úti í heimi. 

Hon trein fram á tónleikaliga pallin í 2020, vann heiðurin sum ársins nýggja navn til FMA í 2021, og hon er í løtuni eitt av glóðheitastu tónleikanøvnunum bæði á flatlondum og heima á klettunum.

Í fjør gav Brimheim út fyrstu heildarútgávuna "Can't Hate Myself Into A Different Shape". Ein útgáva, sum síðani er tráspæld í bæði føroyskum og donskum útvarpsrásum. Og so var hon eisini ein av teimum útgávum, sum Plátupanelið metti sum ársins besta útgáva. 

Brimheim hevur sjálv skrivað teir 11 sangirnar á enskum máli, ið eru á útgávuni, burtursæð frá sanginum "Hey Amanda", ið er skrivaður saman við Søren Buhl Lassen. "Hey Amanda" vann heiðurin sum ársins sangur til FMA 2022, og nú er heildarútgávan í uppskoti til heiðurin sum ársins útgáva. 

Hoyr útgávuna her:

 

For The Blue Sky - Frum

316543843_582024053928324_4229646929080946062_n.jpg

Caption: 
Mynd: Kári Liljendal Hólmgeirsson

Jenny Kragesteen er FRUM. Og í summar kom deputplátan hjá FRUM, sum nú er í uppskoti til ársins útgávu.

Ein fløga, sum snýr seg um at taka ábyrgd og finna útav, hvussu man kemur ígjøgum hetta lívið best møguligt, segði Jenny Kragesteen um plátuna, tá hon var samvertur í Leitisstein. 

Tað var í 2016, at FRUM gav fyrsta staklagið út. Síðani hevur songkvinnan av álvara gjørt um seg bæði her heima og úti í heimi við eitt nú konsertferðum í Kina. Tað er heldur ikki fyrstu ferð, at FRUM er í uppskoti til heiðursløn til FMA.

Í 2018 vóru tvey videoløg í uppskoti til ársins videolag, umframt at songkvinnan var í uppskoti til ársins songkvinna og ársins bólkur/einstaklingur. 

Hoyr útgávuna her:

 

If I made you cry, I'm sorry - Lea Kampmann

Lea Kampmann

Caption: 
Mynd: Alda Mohr Eyðunardóttir / Vár Samuelsen

"If I Ever Made You Cry, I'm sorry" er heiti á aðru soloútgávuni við Leu Kampmann.

Bæði sum songkvinna og sum partur av duoini, Einagran, hevur Lea Kampmann  av álvara markera seg á føroyska tónleikapallinum. 

Fyrsta útgáva hennara "Common Blue" var eisini í uppskot til ársins útgávu til FMA 2018. Og fyriuttan koronarakta 2020 hevur unga songkvinnan á hvørjum ári verið í uppskoti til heiðurin sum ársins songkvinna. 

Hoyr útgávuna her: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. november
Góðan morgun Føroyar
184117
Mánadag 25. november
Lesikrókurin 24 nov 2024
184113
Mánadag 25. november
Morgunlestur mánadagur 25.november 2024
184104
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982