Bank Nordik betri úrslit enn væntað

Bank Nordik betri úrslit enn væntað
Eftir øllum at døma hevur 2023 hilnast væl betri enn væntað hjá Bank Nordik.
 
19.01.2024 - 19:40

Í kunngerð til keypsskálan upplýsir bankin í dag, at væntaða avlopið fyri 2023 verður mett at liggja millum 295 og 310 mió. krónur. 

Áður metti bankin, at avlopið fór at liggja millum 260 og 290 mió. krónur.

Men tá bankin fyri einum ári síðan, tann 26. januar 2023, boðaði keypsskálanum frá væntaða úrslitinum fyri 2023, ljóðaði metingin millum 190 og 220 miló. krónur. 

Ella upp til 100 milliónir krónur minni enn tað, sum bankin væntar nú. 

Broytta metingin byggir á, at kjarnuvirksemið hevur staðið seg betri enn væntað, og at inflasjónsátøkini ikki hava rakt kundar so meint, sum frammanundan mett. 

Ársúrslitið hjá bankanum verður kunngjørt 27. februar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114