Netanyahu missir undirtøku

Netanyahu missir undirtøku
Var val í Ísrael í dag, hevði forsætisráðharrin fingið 23 prosent av atkvøðunum
Benjamin Netanyahu er forsætisráðharri í Ísrael.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
31.01.2024 - 08:39

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, missir undirtøku. 

Tað vísir nýggj meiningakanning.

Sambært kanningini, sum ísraelska Keshet12 hevur gjørt, hevði Netanyahu fingið 23 prosent av atkvøðunum, um val var Ísrael í dag. 

Tað er afturgongd, samanborið við eina kanning fyrr í hesum mánaðinum. Tá fekk hann 29 prosent.

43 prosent av veljarunum halda hinvegin, at fyrrverandi verjuovastin og verjumálaráðharrin, Benny Gantz, eigur at gerast forsætisráðharri, vísir kanningin, sambært Al Jazeera.

Gantz var forsætisráðharri frá 2020 til 2021, og er í dag ráðharri við ongum málsøki í stjórnini hjá Netanyahu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945