- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svøríki gevst eisini at stuðla ST-felagsskapi fyri palestinsk flóttafólk
Eisini Svøríki gevst nú stuðla ST-felagsskapinum fyri palestinsk flóttafólk, UNRWA.
Tað sigur svenski almannamálaráðharrin, Johan Forssell.
Peningurin, sum er markaður til UNRWA, skal í staðin latast øðrum humaniterum hjálparfelagsskapur, sigur hann.
Tað kann fáa álvarsligar avleiðingar, at fíggjarligi stuðulin hvørvur, siga fleiri ST-felagsskapir í felags fráboðan.
- At steðga útgjaldi til UNRWA er vandamikið og ger, at humanitera skipanin í Gasa søkkur saman, og tað fer at hava álvarsligar avleiðingar fyri hersetta palestinska økið og allan landspartin í langa tíð, skriva ST-leiðararnir í fráboðanini, sum var send út í gjárkvøldið.
Fleiri lond givin at stuðla
Svøríki er eitt av fleiri londum, sum hava steðgað stuðlinum til UNRWA eftir skuldsetingar um, at fleiri starvsfólk hjá felagsskapinum vóru við í álopinum á Ísrael 7. oktober í fjør.
- Skuldsetingarnar um, at tey hava verið vð í andstyggiligu álopunum, eru ræðuligar. Sum António Guterres, ST-aðalskrivari, hevur sagt, verður eitt og hvørt starvsfólk í ST, sum var uppií, drigið til svars, skriva ST-leiðararnir.
Á hungursmarkinum
- Men hetta forðar ikki einum stórum felagskapi at hjálpa fólki, sum eru í ringastu neyð. Ræðuligu hendingarnar í Gasa eftir 7. oktober hava gjørt hundraðtúsundtals fólk heimleys, og tey eru á hungursmarkinum. UNRWA hevur veitt teimum mat, skjól og verju, samstundis sum hjálparfólk eru flýdd og dripin. Heimurin kann ikki svíkja fólkið í Gasa, tá ið á stendur, siga altjóða leiðararnir.
Millum tey, sum hava skrivað undir fráboðaninia eru Martin Griffiths, ST-neyðhjálparsamskipari, Volker Türk, mannarættindakommisserur, Filippo Grandi, stjóri fyri IAEA, Cathrine Russel, stjóri fyri Unicef, og Tedros Adhanom Ghebreyesus, stjóri í heimsheilsustovninum WHO.