ST-nevnd krevur at snyrilskanning verður víðkað

ST-nevnd krevur at snyrilskanning verður víðkað
ST-nevndin móti píning er mannað við 10 serfrøðingum úr ymsum londum
Kvinnur hava sagt alment, at tær eisini eftir 1991 hava fingið sett snyril upp uttan samtykki. (Savnsmynd: DR, KNR)
 
26.02.2024 - 14:31

ST-nevndin móti píning krevur, at málið um tær nógvu kvinnurnar í Grønlandi, sum í nýggjari tíð fingu snyril settan upp uttan at verða spurdar, skal leggjast aftrat snyrilskanningini, sum verður gørd nú um árini frá 1960 til 1991.

Tað staðfestir ST-nevndin, sum er mannað við 10 serfrøðingum úr ymsum londum.

 

Túsundtals gentur og kvinnur

Snyrilsmálið, sum verður kannað, snýr seg um, hvussu túsundatals grønlendskar gentur niður í 12 ára aldur, og kvinnur fingu snyril settan upp ella ein p-stav skurðviðgjørdan inn í armin í 1960'unum og 1970'unum, sum liður í ætlanini hjá donskum myndugleikum um at tálma fólkavøkstrinum í Grønlandi. 

P-stavurin er eitt slag av fyribyrging, har ein tunnur plastikkstavur verður skurðviðgjørdur inn í armin.

 

Eisini eftir 1991

Men seinastu árini hava fleiri kvinnur sagt alment, at tær - eftir 1991 - hava fingið snyril sett upp uttan samtykki - altso eftir at Grønland yvirtók heilsuøkið, skrivar grønlendska kringvarpið.

Landslæknin í Grønlandi veit um 14 mál.

ST-nevndin fyri píning roynir nú saman við mannarættindafelagsskapum, granskarum og politikarum at fáa kanningina víðkaða til at fevna um tilburðir fram til dagin í dag, við grundgevingini at hetta eru møgulig brot á mannarættindi, sum landið hevur skyldu at kanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Morgunlestur fríggjadagur 29.mai 2026
208233
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945