Fiskur sum luktar - soleiðis innflytur vesturheimurin russiskan fisk

Fiskur sum luktar - soleiðis innflytur vesturheimurin russiskan fisk
Hóast USA hevur bannað russiskum fiskavørum, og ES hevur hækkað tollin, floymir sjógæti inn á báðar marknaðir gjøgnum onnur lond
Sambært russiska miðlinum Kommersant Business Daily setti russiska vinnan met í útlfutningi av fiski til ES í 2023. (Savnsmynd)
 
28.02.2024 - 12:21

Grein eftir Regin Winther Poulsen, Domenika Perlinova og Agostino Petroni 

 

Hjá 41 ára gomlu Agiyu Zagrabelska úr Ukraina byrjaði kriggið í 2014, tá ið Russland hertók Krim. 

Sjálv er hon úr Donetsk-landspartinum, og hon og familjan hava livað í støðugum ótta fyri russiskari innrás síðani.

Fyri tveimum árum síðani gjørdist marran veruleiki. 

Zagrabelska er deildarleiðari í ukrainska aðalráðnum fyri fyribyrging av korruptión, og arbeiðir millum annað við vesturlendskum tiltøkum ímóti Russlandi. 

- Revsitiløk rigga, og einki er so gott sum tey, men revsitiltøkini kundu riggað enn betur, greiðir hon frá í einum telduposti. 

 

Innrásin skelkaði heimin

Tá ið Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í 2022, var heimurin skelkaður. 

Bumburnar regnaðu niður yvir skúlar og sjúkrahús, og ukrainar vóru noyddir at flýggja frá húsi og heimi. 

ES og USA svaraðu aftur við revsitiltøkum alt fyri eitt. Eisini Føroyar svaraðu krígnum aftur. 

Fyri fyrstu ferð varð tikið móti flóttafólkum á ein skipaðan hátt, og eftir drúgt og stundum ógviliga hvast orðaskifti, vórðu havnir eisini stongdar fyri russiskum skipum. 

Men kríggið leikar enn hart á, og eingin endi á russisku álopunum er í eygsjón. 

 

Tiltøkini yvirseld

- Forsprákarar fyri revsitiltøkunum yvirseldu tey av fyrstan tíð, sigur Mark Galeotti, bretskur søgufrøðingur og serfrøðingur í russiskum viðurskiftum.

Meðan partar av russisku vinnuni vóru revsað beinanvegin, vóru aðrar vinnur, sum t.d. fiskivinnan, ikki revsaðar so hart frá byrjan av. 

USA setti alt fyri eitt revsitiltøk í verk ímóti Russlandi, men ES revsaði ikki vinnuna, sum enn innflytur fiskavørur fyri eina milliard amerikanskar dollarar frá krígsførandi grannanum

Fyri Zagrabelska er kostnaðurin av at lata fiskivinnuna sleppa undan revistiltøkan greiður: 

- Hava nakrir hundrað ukrainar sama virði sum ein krabbi, ella ein laksur úr Russlandi, spyr hon. 


At revsa ella ikki

Síðani kríggið byrjaði, hevur ES sett 13 pakkar við revsitiltøkum í verk ímóti Russlandi.

Innflutningur av gassi og øðrum lívrunnum evnum úr Russlandi var steðgaður beinanvegin, eins og altjóða flytingar úr russiskum bankum vóru steðgaðar. 

Umfatandi havnarstongsil varð eisini settur í verk. 

Men matvørur sluppu undan revsitiltøkum.

Eftir, at Russland stongdi fyri útflutningi av korni úr Ukraina, gjørdist óttin fyri altjóða matvørutroti átrokandi, og allar landbúnaðarvørur og matur annars sluppu undan revsitiltøkunum móti Ruslandi. 

Eisini kundu fiskavørur framvegis innflytast úr Russlandi. 

Úrslitið er, sambært Guus Pastoor, forseta í felagnum fyri fiskavirki og fiskasølu í ES, at samveldið eitt nú innflutti 740 túsund tons av russiskum upsa beinleiðis úr Russlandi, meðan ein 
triðingur aftrat var innfluttur umvegis Kina. 


Útflutningurin vaksin

Sambært russiska miðlinum Kommersant Business Daily setti russiska vinnan met í útlfutningi av fiski til ES í 2023. 

Sambært teimum vaks útflutningurin18 prosent í 2022 og 13 prosent í 2023. 

Í USA vóru revistiltøkini øðrvísi. Hóast revsitiltøkini í stóran mun mintu um tey hjá ES, vóru fiskavørur eisini fevndar av revsitiltøkum í mars 2022. 

Men hóast fiskavørur vóru bannaðar, helt innflutningurin fram. 

Russland sendi fiskin til onnur lond - eitt nú Kina ella Korea - til víðari virking, áðrenn hann var seldur á sama marknaði í USA.

Sambært eitt nú Stepanhie Madsen, sum er leiðari fyri vinnulívsfelagnum At-sea Processors Association, sum mælti til strangari revsitiltøk, kom tann sami russiski fiskurin til USA við nýggjum navnaspjaldri og øðrum upprunalandi.

Í eini roynd at steðga hesum vóru allar vørur, vunnar úr russiskum fiski - eisini tær, sum vóru farnar um bryggjukantin í einum triðjalandi - bannaðar at innflyta í USA í desembur í 2023. 

Madsen segði, tá ið hon vitnaði í amerikansku kongressini, at russiski fiskaútflutningurin beinleiðis fíggjar kríggið hjá Putin.

Bara í 2023 var nýggjur útflutningstollur settur á fiskavørur í Russlandi, eins og russiski staturin eisini fekk næstan fýra milliardir dollarar burtur úr fiskauppboðssølum og sølum av fiskirættindum. 

 

Meirilutin tekur ikki undir við krígnum

- Meirilutin av amerikanarum stuðlar ikki krígnum í Ukraina, greiðir Sally Yozell frá.

Hon er deildarleiðari í amerikanska hugsanarbankanum, The Stimson Center, og granskar í umhvørvis- og trygdarpoltikki.

Áðrenn hon fór í starv har, arbeiddi hon eitt nú sum ráðgevi hjá fyrrverandi forsetavalevninum hjá demokratunum og fyrrverandi uttanríkisráðharranum, John Kerry. 

- Eg haldi ikki, at tey [amerikanarar] høvdu havt tað gott við tankanum um, at fiskafingrar, sum tey eta til nátturða, ella í Filet-O-fish tvíflísini frá McDonalds var gjørdur úr 
ussiskum upsa, sum stuðlar russisku innrásini í Ukraina, greiðir hon víðari frá. 


Hvítting av fiski

Tað er ikki einfalt at seta revsitiltøk í verk fyri fiskavørur, tí tað er mangan torført at vita, hvussu fiskavørur ferðast.

Eitt umboð fyri The Environmental Justice Foundation, sum er ein altjóða umhvørvisfelagsskapur, sigur at "nógv lond í ES gera ógvuliga lítið fyri at kanna upprunan á innfluttum fiskavørum, sum ger tað møguligt at innflyta fisk, ið er fiskaður ólógliga, er óreguleraður ella ikki er skrásettur.” 

Sally Yozell greiðir frá, at í USA verður kravt at vísa veiðuloyvi, sum vísir, hvar fiskurin er fiskaður, og PDF-skjøl, sum eru løtt at broyta og svika við. 

Hon leggur aftrat, at meðan USA hevur eina skipan, sum kannar innfluttan fisk, verður sjóneykan einans sett á 13 fiskasløg. 

Eitt nú eru upsi og kalvi ikki á listanum, og hetta eru fiskasløg, sum í stóran mun verða innflutt úr Russlandi.

 

Á vesturlendskan marknað
 
Ein stórur partur av fiskinum verður fluttur til vesturlendskar marknaðir umvegis lond í Asia. 

"Busan-havnin" í Suðurkorea er millum havnirnnar, sum tekur ímóti meginpartinum av russiskum fiski. 

Tøl, sum í stóran mun stava frá The Environmental Justice Foundation, vísa, at meðan ongin russiskur kalvi varð innfluttur í Busan í 2021, vaks talið 11.000 tons í 2023. 

Nakað av tí fiskinum endar óivað í Suðurkorea, men útflutningurin av hesi fiskavøru vaks nógv sama ár. 

Samanlagt innflutti Suðurkorea 213 túsund tons av fiski úr Russlandi í 2023, 439 túsund tons í 2022 og 185 túsund tons í 2020. 

Útflutningurin av fiski til ES og USA vaks somu árini. Frá 2021 til 2022 vaks talið á frystari sild til USA  99 prosent, og verður útflutningurin av flaki til Týsklands taldur við, er vøksturin 541 prosent.

 

Broytingar henda ov seint 

Ikki bara russiskur fiskur er sloppin undan revsitiløkum, men nógv fiskasløg eru eisini innflutt við serliga lágum tolli, vísir umboð fyri altjóða umhvørvisfelagsskapin, Oceana, á í 
telduposti. 

Men hetta var broytt í januar í ár, og tað fer at gera russiskan fisk dýrari. 

Ikki øll vóru so fegin um hesa broyting. 

- Hetta hevur sjálvandi við sær, at fiskaprísurin hækkar, tí tollurin sæst aftur í endaliga prísinum, greiðir Guus Pastoor frá. 

- Vit skilja politisku orsøkirnar aftan fyri avgerðina, men vit halda, at hetta kann gerast eitt vandamikið fordømi, leggur hann aftrat.
 
Hinvegin heldur Vanya Vulperhorst, átaksleiðari hjá evropisku deildini hjá Oceana, at meira átti at verið gjørt at forða fyri innflutningi av russiskum fiskavørum. 

Saman við øðrum felagsskapum hava tey roynt at ávirka ES at seta verulig revsitiltøk í verk ímóti Russlandi síðani septembur í 2022, men framvegis koma russiskir fiskafingrar á evropeiska marknaðin. 

Heima í Ukraina arbeiðir Agiya Zagrevelska alt samdøgrið við átøkum um at fáa strangari revsitiltøk sett í verk. Eins og onnur í familjuni og landinum annars er hon til reiðar at fara langt í stríðnum við Russland. 

-  Til 2014 helt eg, at frælsi og grundleggandi rættindi vóru nakað, sum øll høvdu. Men í dag vita øll í Ukraina, at frælsi skal vinnast og verjast. 


Hendan greinin var gjørd í samstarvið við Al Jazeera English og Aktuálně.cz í Kekkia, og var stuðlað av Journalismfund Europe.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537