38 túsund máltíðir úr einum flogfari niðuryvir Gaza

38 túsund máltíðir úr einum flogfari niðuryvir Gaza
USA kastaði ígjár 66 stórar pakkar við 38.000 máltíðum úr einum flogfari niðuryvir Gaza í gjár
Mynd: Jordan Armed Forces/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.03.2024 - 14:15

USA kastaði í gjár 66 stórar pakkar við 38 túsund máltíðum úr einum flogfari niður yvir Gaza í gjár.

Amerikanska verjumálaráðið hevur lagt eitt sjónband út av hendingini, sum fór fram í samstarvi við jordanska flogvápnið. Jordan hevur áður hjálpt Sórabretlandi og Fraklandi við hesum sama.

USA kom við neyðhjálpini úr luftini bert ein dag eftir, at amerikanski forsetin, Joe Biden, hevði boðað frá, at aðrir hættir máttu finnast at fáa neyðhjálp inn í Gaza.

Á einum tíðindafundi fríggjadagin segði Joe Biden, at hjálpin til Gaza ikki er nøktandi.

Fyrr í vikuni doyðu fleiri enn 100 palestinar, tá ST royndi at koyra neyðhjálp inn í Gaza við lastbilum. 

Amerikanska verjumálaráðið sigur, at tey arbeiða við at leggja til rættis fleiri tiltøk, har tey veita neyðhjálp til Gaza úr luftini.

Eisini Kanada hevur boðað frá, at tey ætla sær at veita Gaza neyðhjálp úr luftini.

Í minsta lagi 576 túsund fólk í Gaza-geiranum eru sambært ST í vanda fyri fyri at svølta. Hetta svarar til ein fjóðring av øllum íbúgvunum í Gaza. Samstundis gerst tað alsamt torførari at fáa neyðhjálp inn í Gaza.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595