Nógvar kommunur lúka verri enn so ásettu krøvini um spillvatnsskipanir

Nógvar kommunur lúka verri enn so ásettu krøvini um spillvatnsskipanir
Nógv ár fara at ganga, til allar kommunur í landinum lúka ásettu krøvini, vísa tøl og metingar frá Umhvørvisstovuni
Mynd: Savnsmynd  
 
15.03.2024 - 12:31

Býrt tú í Skálavíkar, Sumbiar, Hovs, Fámjins, Skúvoyar, Hvannasunds, Skopunar, Eiðis ella Sjóvar kommunu, so kanst tú gleðast. Tí so býrt tú í einari kommunu, sum er komin á mál við spillvatnsskipanini, sum samsvarar við kunngerðina um spillvatn frá 2009.

Tað er bara tað, at tað eru minni enn 10 prosent av Føroya fólki, sum tilsamans búgva í hesum kommunum.

Allar hinar 20 kommunurnar, har fleiri enn 90 prosent av okkum búgva, eru framvegis ikki komnar á mál við spillivatnsætlanunum, sum talvan niðanfyri vísir. 

Næstan 10 ár yvir tíðarætlanina

Kunngerðin um spillvatn frá 2009 gav annars kommununum hálvtsætta ár at fáa spillvatnsviðurskiftini í rættlag. Tað vil siga, at komið skuldi verið á mál við spillvatnsætlanunum 1. januar 2015.

Men nú vit skriva mars 2024, eru 20 kommunur framvegis ikki komnar á mál. 

"Spillvatnsskipanir er nakað, ið kommunurnar ikki tykjast vilja raðfesta," sigur  Rakul Mortensen frá Umhvørvisstovuni.

Sambært kunngerðini, skal spillvatn ikki leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn, strond, fjøru og tílíkt. Harafturímóti skal tað leiðast út á sjógv, har rákið førir spillvatnið frá landi, og har vatnskiftið er so stórt, at útleiðingar ikki elva til uppsavning av evnum og tilfari, ella til aðrar broytingar í umhvørvinum.

 

Dálking sæst í Havn

Kanningar, sum vóru almannakunngjørdar í síðstu viku, staðfestu, at dálking frá spillvatni sæst ymsastaðni í Havn, sum er ein av kommununum, ið enn ikki lýkur treytirnar um spillvatn.

Og nær Tórshavnar kommuna verður liðug við sínar spillivatnsætlanir, vita tey í løtuni ikki. Tað hevur Tórshavnar kommunan upplýst fyri Umhvørvisstovuni.

Sama er við Vága kommunu. Tey vita heldur ikki.

 

Nakrar kommunur komnar langt

Næstu árini fara fleiri kommunur væntandi at fáa spillivatnsviðurskiftini í rættlag, sum talvan niðanfyri vísir. 


Kommunurnar hava sjálvar mett um, hvussu langt tær eru komnar við spillivatnsætlanunum. Tølini skulu tískil takast við fyrivarni. (Kelda: Umhvørvisstovan)

 

Fuglafjarðar kommuna væntar at vera liðug næsta ár. Viðareiðis kommuna í 2026, og Porkeris, Kunoyar og Sørvágs kommuna í 2027.

Í keðiliga endanum koma Nes, Húsavíkar, Hvalbiar og Tvøroyar kommuna, sum vænta at kunna lúka treytirnar um spillvatn í 2030, Kvívíkar og Vágs kommuna í 2031, og longst fer tað at taka Klaksvíkar kommunu. Har hava tey upplýst fyri Umhvørvisstovuni, at tey koma á mál í 2034. 

Tað hoyrir tó við til søguna, at Klaksvíkar kommuna ger eitt nógv meira umfatandi arbeiði enn aðrar kommunur við at framtíðartryggja spillvatnsskipanina, vísir Umhvørvisstovan á.

Kommunan kann tó ikki snúgva sær undan, at í 2034 eru tað 19 ár ov seint, og tá eru 25 ár síðani, at kommunurnar fingu at vita, hvussu og nær spillvatnsviðurskiftini skulu vera í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Hósdag 26. desember
Guðstænasta úr Fríðrikskirkjuni
185567
Mikudag 25. desember
Jolagesturin 2024: Kinna Poulsen
185336
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652
Hósdag 26. desember
Jól við Løkin 2024 (2:2)
185563
Hósdag 26. desember
Mítt lívsverk - Eitt portrett av Pál Weihe
185553
Hósdag 26. desember
Andakt við Klæminti Eliasen
185564