Traktorar til Havnar at mótmæla uppskotinum um gongd í haga

Traktorar til Havnar at mótmæla uppskotinum um gongd í haga
Uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag
Umstrídda uppskotið um burðardygga ferðavinnu fær fyrstu viðgerð í tinginum í dag. (Savnsmynd)
 
19.03.2024 - 08:36

Einir 30-40 traktorar eru á veg til Havnar í mótmælisgongu móti uppskotinum hjá landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, um gongd i haga, sum kemur til fyrstu viðgerð í tinginum í dag. 

Tað veit Eysturoyarportalurin at siga. 

Traktorfylgið fer úr Norðoyggjum í morgun, og so leggast traktorar aftrat, so hvørt sum komið verður suður ímóti Havnini.

Eisini Útoyggjafelagið, Bóndafelagið, Óðalsfelagið og onnur vera við í mótmælistiltakinum í dag.

Uppskotið til løgtingslóg um burðardygga ferðavinnu (Ferðavinnulógin) er sjeynda mál á skránni fyri løgtingsfundin, sum byrjar  kl. 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541