Trý børn fingið løstir í skottilburði í einum skúla í Finnlandi

Trý børn fingið løstir í skottilburði í einum skúla í Finnlandi
Ein 12 ára gamal næmingur, sum hildið verður er gerningsmaðurin, er handtikin nærindis skúlanum í finska býnum Vantaa, sigur finska løgreglan
Mynd: Yle  
 
02.04.2024 - 09:15

Tíðliga í morgun fóru vælbrynjað løgreglulið inn í ein skúla í býnum Vantaa, eftir at fráboðan kom um ein skottilburð í morgun.

Finska løgreglan sigur, at trý børn hava fingið løstir, og eitt barn er handtikið. 

Bæði tey, ið hava fingið løstir, og gerningsmaðurin eru 12 ára gomul, upplýsir finska løgreglan sambært DR.dk. 

Skottilburðurin hendi um klokkan níggju í morgun finska tíð.  

Nú verður kannað, um aðrir persónar hava nakran lut í skottilburðinum. 

Vantaa, ið er fjórðstørsti býurin í Finnlandi, liggur 20 kilometrar frá høvuðsstaðnum Helsinki. 

800 næmingar ganga í fólkaskúlanum, har 90 fólk starvast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425