Meiriluti mælir til fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum

Meiriluti mælir til fullan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum
Arbeiðsbólkurin, sum hevur viðgjørt spurningin, legði fram álit í dag, og málið verður viðgjørt á ársfundinum í heyst
Føroysku limirnir og varalimirnir í Norðurlandaráðnum saman við Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, og Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.04.2024 - 18:00

Formansskapurin í Norðurlandaráðnum og stjórnirnar í Norðurlondum skulu nú viðgera umsóknina um fullgildigan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur viðgjørt spurningin, legði fram álit í dag, men hann er ikki samdur.

Meirilutin mælir til, at Føroyar, Grønland og Áland fáa fullgildigan limaskap, meðan minnilutin mælir til, at tey trý londini kunnu sleppa at standa sterkari í felagsskapinum, uttan tó at fáa fullan limaskap.

Erling Eidesgaard, sum er annar av føroysku limunum í Norðurlandaráðnum, sær ikki stórar møguleikar fyri, at Føroyar gerast fullgildigir limir á hesum sinni.

Hin limurin, Johan Dahl, hevur tó framvegis eina vón.

Hoyr innslag í úitvarpstíðindunum: 

 

09042024_Foroyskur_limaskapur_i_N-radnum
 
 

Hanna Katrín Friðriksson úr Íslandi hevur verið forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum hevur viðgjørt spurningin, um Føroyar, Grønland og Áland kunnu fáa fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985