Norskt ferðafólk millum løstað í Afganistan

Norskt ferðafólk millum løstað í Afganistan
Eitt norskt ferðafólk er millum tey løstaðu í álopinum í Afganistan í gjár, sum kostaði trimum spaniólum og einum afgana lívið
 
18.05.2024 - 13:08

Norska uttanríkisráðið váttar í dag, at ein norðmaður er millum tey løstaðu. Tað skrivar NRK.

Tað var ein vápnaður bólkur, sum brádliga byrjaði at skjóta eftir einum ferðafólkaliði í Bamyan, sum liggur einar 130 kilometrar norðanfyri høvuðsstaðin Kabul. Bamyan er ein kendur ferðafólkabýur, ið millum annað er kendur fyri tvær stórar Budha-høggmyndir, sum talibanar sprongdu í luftin fyri nøkrum árum síðan.

Millum tey løstaðu í álopinum í gjár eru - umframt norska ferðafólkið - eisini trý onnur ferðafólk. Hesi skulu vera úr Litava, Avstralia og Spania.

Spanski forsætisráðharrin, Pedro Sanches, skrivar á X, at hann er skelkaður av tíðindum um drápini á sponsk ferðafólk. 

Spanska uttanríkisráðið sigur í fráboðan, at stig eru tikin til at stuðla familjurnar hjá sponsku ferðafólkunum.

Sambært afgansku myndugleikum eru fýra menn handtiknir undir illgruna fyri at hava verið millum tey, sum skutu eftir ferðaliðnum við útlendsku borgarunum. 
Tað skrivar millum onnur Bretska blaðið The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776