Stórabretland og Finnland samstarva um nettrygd

Stórabretland og Finnland samstarva um nettrygd
Russland er sørsta hóttanin móti nettrygdini eru londini vorðin samd um
 
20.05.2024 - 14:16

Stórabretland og Finnland gera nú samstarv ímóti russiskum hóttanum dataálop. 

Tað skrivar bretska uttanríkisráðið sambært danska kringvarpinum.

Í avtaluni, sum londini skriva undir í dag, verður Russland lýst sum "størsta beinleiðis hóttanin móti friði og støðufesti í Evropa".

Samstarvið skal millum annað raka netálop og skeiva upplýsing úr Russlandi umframt álopið á Ukraina.

Bretski uttanríkismálaráðharrin, David Cameron, sigur, at hernaðarliga samstarvið millum Bretland og Finnland byggir á felags virðir. Samstarvið fer at gera, at londini styrkja samstarvið um trygdina í Evropa. Ætlanin er at taka við teimum nýggju møguleikunum, sum liggja í vísindi og tøknifrøði fyri at styrkja okkara felags bond, sigur bretski uttanríkisráðharrin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906