83 ára gamlir hava endurbygt og røkt fiskastykkið í Sandavági í 10 ár

83 ára gamlir hava endurbygt og røkt fiskastykkið í Sandavági í 10 ár
Sniálvur á Lofti og Leif Petersen úr Sandvági, ið báðir eru 83 ára gamlir, hava í samfull 10 ár røkt gamla fiskastykkið Úti á Gjógv í Sandavági.
Leif Petersen og Sniálvur á Lofti, ið báðir eru 83 ár, í holt við at reinsa og røkja fiskastykkið í Sandavági
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.05.2024 - 08:00

"Nei, tað vera neyvan vit báðir, ið lúka og reinsa aftur her um trý ár, tí tá vera vit 87 ára gamlir," staðfesta Leif Petersen og Sniálvur á Lofti við ein munn, meðan teir lættbeintir ganga runt á malagrótinum á fiskastykkinum Úti á Gjógv í Sandavági.  

Í 2014 var heitt á teir báðar um at seta gamla fiskastykkið í Sandavági í stand, so tað aftur sá út, sum tað gjørdi, tá fiskur bleiv turkaður á fiskastykkinum. 

 

Hetta hendi í sambandi við, at Atli Gregersen og familjan høvdu keypt gamla turkihúsið. Síðani hava tey gjørt gamla fiska-, turki- og pakkhúsið um til kafé'ina Fiskastykkið og mentanar- og virkishúsið Úti á Gjógv, sum er eitt stað, har til ber at hava fundir, ráðstevnur, veitslur, mentanartiltøk og annað. 

"Vit vóru báðir pensjónistar og høvdu ikki so nógv annað at taka okkum til, og tí søgdu vit ja," greiðir Leif Petersen frá. 

 

Stórarbeiði

Tað var stórarbeiði, ið Leif Petersen og Sníálvur á Lofti átóku sær í 2014. 

"Nógv av fiskastykkinum var farið í gjónna, so vit máttu endurbyggja ein part av tí," greiðir Sniálvur á Lofti frá, meðan hann framboygdur lyftir ein stein uppfrá, lúkar gróðurin undir honum burtur, stroyir salt á, áðrenn steinurin verður lagdur upp á pláss aftur. 


Sniálvur á Lofti ásannar, at tað er ikki bara sum at siga tað at arbeiða oman á malagrótinum, sum liggur í lendinum, ið skráar (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

"Hin parturin av fiskastykkinum var farin undir mold og gras, og tað sá út sum ein grasplena. Har máttu vit skræða bøkkarnar omanav við einum krákunevi, men tá kom gamla malagrótið undan kavi aftur," leggur Sniálvur aftrat. 

 

Manglaði nógv grót

Tað manglaði nógv grót, og tað máttu teir báðir út at finna. 

"Vit fóru út í grótholinum har norðuri eftir gróti, og koyrdu tað higar við bilinum hjá Sniálvi, ið hevur eina lítla last," greiðir Leif Petersen frá.

"Og so var tað aftur og fram. Vit mundu brúka tað mesta av trimum árum at fáa fiskastykkið at síggja so frægt út, sum tað ger í dag," leggur Leif aftrat.


Leif Petersen heldur, at nú hava Sniálvur á Lofti og hann lúkað og reinsað fiskastykkið fyri síðstu ferð (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

Síðani hava Sniálvur og Leif røkt fiskastykkið, ið skal lúkast annað ella triðja hvørt ár. Og talan er um hart og knortlut arbeiði. 

"Vit eru væl fyri báðir. Báðir hava góða konditión. Men her er ikki lætt at ganga," staðfestir Sniálvur og vísir til, at lendi skráar, og so ganga teir oman á malagrótinum. 

Hvussu nógvir steinar samanlagt eru á fiskastykkinum, vita teir báðir ikki at siga, men tað eru nógvir. 

 

Fólk eru glað fyri fiskastykkið

Fólk í Sandavági eru glað um, at fiskastykkið aftur eru komið til heiður og æru. 

"Men nógv ána ikki, hvat hetta er," staðfestir Sniálvur turrisliga við einum brosi.

Júst tí er tað eisini umráðandi, at fólk hoyra søguna um fiskastykkið og týdningin, ið virksemið Úti á Gjógv hevði fyri økið. 

"Tað er ikki longur síðani enn so, at vit hava báðir roynt at turkað fisk upp á gamla mátan herúti, tá vit vóru hálvvaksnir," greiða Leif og Sniálvur frá.

 

 Hetta er helst síðstu ferð, at Leif og Sniálvur lúka og rudda fiskatykkið. 

"Nú verður onkur annar noyddur at taka um endan, tí vit blíva ikki yngri. Men tað er umráðandi, at hetta nú verður hildið viðlíka," leggja teir afturat, áðrenn teir fara aftur til arbeiðis.  

 

Hoyr samrøðuna við Leif Petersen og Sniálv á Lofti í "Góðan morgun Føroyar."

 

INNSLAG_Fiskastykkid_-_Snialvur_a_Lofti_og_Leif_Petersen

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. juni
Biltúrurin 1: Koyrt verður í Vágum
176597
Mánadag 17. juni
Søgan um Hank Williams (1:8)
176854
Mánadag 17. juni
Víkingur og HB eru vælkoyrandi
176871
Mánadag 17. juni
EM-tíðindi: 17. juni 2024
176867
Mánadag 17. juni
Morgunlestur mánadagur 17. juni 2024
176796