Ahmadinejad vil vera forseti aftur

Ahmadinejad vil vera forseti aftur
Fyrrverandi forsetin í Iran sat við valdið frá 2005 til 2013
Mahmoud Ahmadinejad, fyrrverandi forseti í Iran, ætlar at stilla upp aftur.
Mynd: Atta Kenare/AFP/Ritzau Scanpix  
 
02.06.2024 - 11:01

Í Iran roynir fyrrverandi forsetin Mahmoud Ahmadinejad seg enn einaferð sum forsetavalevni.

Tað boðar iranskt ríkissjónvarp frá, sambært Reuters og danska kringvarpinum.

Ahmadinejad er rættiliga umstríddur í Iran, men hevur altso bjóðað seg til at verða forseti enn einaferð.

Ahmadinejad sat sum forseti frá 2005 til 2013.

Hann hevur millum annað sett spurnartekin við Holocaust, og so er hann eisini maðurin aftan fyri nógv umstrídda moralpolitiið, sum helt vakt á gøtunum í Iran frá 2006 til 2022.

Tað er ikki fyrstu ferð, at Ahmadinejad bjóðar seg fram sum forsetavalevni, síðan hann fór frá í 2013. Tað hevur hann gjørt fleiri ferðir, uttan at tað hevur eydnast honum. Seinast var í 2021, tá Vaktarráðið vísti honum burtur. Eisini hesa ferð er upp til ráðið, um Ahmadinejad verður góðkendur at føra forsetavalstríð í Iran.

Endaligi listin við valevnum verður kunngjørdur 11. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
APO00157 - teknmálstulkað
205845
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808