Meksiko fær kvinnuligan forseta

Meksiko fær kvinnuligan forseta
Fyribils uppteljingar benda á, at Claudia Sheinbaum, sum er borgarstjóri í meksikanska høvuðsstaðnum, verður nýggjur forseti
Alt bendir á, at Claudia Sheinbaum hevur vunnið forsetavalið í Meksiko. Hon verður fyrsti kvinnuligi forsetin i landinum
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
03.06.2024 - 10:06

Fyri fyrstu ferð í søguni kann ein kvinna gerast forseti í Meksiko. 

Í gjár var forsetaval í landinum. Tvær kvinnur hava verið á odda í valstríðnum.

Onnur eitur Claudia Sheinbaum, og er borgarstjóri í meksikanska høvuðsstaðnum. Hin eitur Xóchitl Gálvez, sum hevur verið borgarstjóri í býnum Miguel Hidalgo.

 

38 valevni dripin

Valstríðið, sum byrjaði 1. mars, hevur tó verið alt annað enn friðarligt, tí brotsmannalið hava dripið frá hond. 

Sambært Reuters eru 38 fólk, sum stillaðu upp til valið, dripin, tí tey undir valstríðnum gjørdu greitt, at tey ætlaðu arbeiða ímóti brotsmannaliðum og tí rúsevnismarknaði og harðskapi, sum er í landinum. 

Hundrað milliónir fólk búgva í Meksiko. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037