Teldusníkar leggja bretsk sjúkrahús lamin

Teldusníkar leggja bretsk sjúkrahús lamin
Gitt verður, at russarar hava lopið á sjúkrahúsini í London
Álopið frá teldusníkunum hevur gjørt, at sjúkrahúsini síðstu dagarnar hava verið noydd at avlýsa nógvar skurðviðgerðir. (Savnsmyndir)
 
10.06.2024 - 15:10

Fleiri sjúkrahús í London eru síðstu vikuna álopin av teldusníkum, sum hava lagt partar av virkseminum at kalla lamið.

Telduálopið ger tað munandi truplari hjá sjúkrahúsunum at finna røttu blóðflokkarnar til sjúklingar, sum antin skulu hava blóðflutning - blóðtransfusión - ella skulu leggjast undir skurð, og tí hava tørv á blóði.

Støðan hevur gjørt, at sjúkrahúsini síðstu dagarnar hava verið noydd at avlýsa nógvar skurðviðgerðir.

Í dag heitir bretska heilsuverkið á fólk um at lata blóð. Tørvur er á blóðgevum, tí sjúkrahúsini hava ilt við at finna rætta blóðið fram.

Sambært BBC verður gitt, at talan er um eitt russiskt lið av teldusníkum, ið hevur framt álopið á sjúkrahúsini í London. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809