Zelenskyj: Kina kann hjálpa Ukraina

Zelenskyj: Kina kann hjálpa Ukraina
Ukrainski forsetin harmast um, at Kina ikki var á toppfundinum í Sveis um vikuskiftið, men Kina sigur seg vera uttanveltað í Ukraina-krígnum
Ukrainski forsetin, Zelenskyj. Ikki færri enn 90 lond vóru umboðað á toppfundinum um Ukraina í Sveis um vikuskiftið, men Kina var ikki við.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.06.2024 - 08:36

Kina var ikki á stóra Ukraina-toppfundinum í Sveis um vikuskiftið. 

Ukrainski forsetin leggur dent á, at Kina er ikki fíggindi hjá Ukraina.

- Kina kann hjálpa okkum. Ukraina hevur ongantíð sagt, at Kina er fíggindi okkara, segði Volodymyr Zelenskyj við fjølmiðlar eftir fundin í Sveis um vikuskiftið.

Fleiri enn 90 lond vóru umboðað á fundinum, men Kina var ikki við.

 

Zelenskyj, forseti, heitti á toppfundinum í Sveis á Kina, um heldur at samskifta um síni friðaruppskot beinleiðis við Ukraina, enn at leggja tey út á sosialar miðlar. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Samhandilin nógv vaksin

Kina hevur tvíhildið um, at tað er uttanveltað í Ukraina-krígnum. 

Men handilin millum Kina og Russland er vaksin nógv, síðani Putin gjørdi innrás í Ukraina, og tøtt bond eru framvegis millum forsetarnar í báðum londunum.

Zelenskyj heitti í røðu síni eisini á Kina, um heldur at samskifta um síni friðaruppskot beinleiðis við Ukraina, enn at leggja tey út á sosialar miðlar. 

Ukrainski forsetin mælti eisini til uppfylgjandi fund eftir toppfundin um vikuskiftið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650