Norðurkorea lovar Russlandi fullan stuðul í krígnum í Ukraina

Norðurkorea lovar Russlandi fullan stuðul í krígnum í Ukraina
Kim Jong-un og Vladimir Putin hava skrivað undir strategiska samstarvsavtalu
Vladmimir Putin, forseti, og Kim Jong-un, leiðari í Norðurkorea, hava skrivað undir strategiska samstarvsavtalu. Putin er á vitjan í Norðurkorea í hesum døgum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.06.2024 - 11:39

Russiski forsetin Vladimir Putin og norðurkoreiski leiðarin Kim Jong-un hava skrivað undir umfatandi strategiska samstarvsavtalu. 

Tað skrivar almenna russiska tíðindastovan Interfax, sambært Reuters.

Smálutirnir í avtaluni eru ikki almennir enn, men Kim Jong-un lovar Russlandi fullan stuðul í russiska krígnum í Ukraina, skrivar almenni russiski miðilin.

Avtalan var undirskrivað, eftir at leiðararnir vóru einsamallir á fundi, sum vardi í góðar tveir tímar. 

Les her: Nato stúrir fyri russiskum stuðli til Norðurkorea

Fyrrverandi tíðindamaðurin hjá svenska kringvarpinum í Russlandi, Bert Sundstrøm, heldur, at tað er at gera ov nógv av at stúra fyri samstarvinum millum Russland og Norðurkorea.

- Vit vita, at Norðurkorea sendir Russlandi vápn. Men í roynd og veru hevur hetta ongan strategiskan týdning, tí Norðurkorea hevur ikki nógv at bjóða, annað enn elligamlar granatir og rakettir. Og tað broytir einki. Strategiskt er tað kanska so, at russisk tøkni kann skunda undir kjarnorkuætlaninar hjá Norðurkorea. Tað er ørkymlandi, men er ikki akutt í løtuni, sigur Bert Sundstrøm við svenska kringvarpið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532