ICC givið boð um at handtaka tveir russiskar verjuleiðarar

ICC givið boð um at handtaka tveir russiskar verjuleiðarar
Sergej Sjojgu er fyrrverandi russiskur verjumálaráðharri, og Gerasimov er verjuovasti í russiska herinum
Altjóða revsidómstólurin hevur givið boð um at handtaka hesar báðar, Sergej Sjojgu, fyrrverandi verjumálaráðharra, og Valery Gerasimov, verjuovasta.
Mynd: Reuters  
 
25.06.2024 - 14:57

Altjóða revsidómstólurin ICC hevur givið boð um at handtaka teir báðar russisku verjuleiðararnar, Sergej Sjojgu og Valery Gerasimov.

Sjojgu er fyrrverandi russiskur verjumálaráðharri, og Gerasimov er verjuovasti í russiska herinum. 

ICC skrivar, at teir báðir eru ákærdir fyri krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. 

 

Álop á sivilfólk

Dómstólurin sigur, at teir hava lagt til rættis álop á sivilfólk í Ukraina og álop á sivila orkuundirstøðukervið í landinum.

Hetta skal vera hent í tíðarskeiðnum millum 10. oktober 2022 og 10.mars 2023. 

Tá var Sjojgu verjumálaráðharri í Russlandi, og Gerasimov var eisini tá verjuovasti.

Boðini um handtøkunar koma sama dag sum Evropiski mannarættindadómstólurin, EMD, kunngjørdi niðurstøðuna um, at Russland hevur framt fleiri mannarættindabrot á Krim-hálvoynni, síðani landið hertók hálvoynna í 2014.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Bjarki Hansen
202767
Fríggjadag 16. januar
Breddin: Støðulýsing um Iran
202763
Fríggjadag 16. januar
Morgunlestur fríggjadagur 16.januar 2026
202445
Hósdag 15. januar
RagnarRokk 15.januar 2026
201519
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610