Macron stúrir fyri borgarakríggi í Fraklandi

Macron stúrir fyri borgarakríggi í Fraklandi
Forsetin ávarar veljararnar ímóti at velja flokkar á ytsta høgraveingi ella ytsta vinstraveingi
Emmanuel Macron, forseti, ávarar fraklendingar at velja flokkar ytst á høgraveingi og vinstraveingi.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
25.06.2024 - 11:11

Vinnur ytsti høgra- ella vinstravongurin franska valið, kann tað elva til borgarakríggj.

Tað sigur franski forsetin, Emmanuel Macron, í samrøðu við poddvarpið  'Generation Do It Yourself' hósdagin.

- Vit kunnu ikki loyva loysnunum hjá høgravonginum. Tey flokka fólk eftir átrúnaði ella upphavi, og tað kann elva til ófrið og borgarakríggj, sigur franski forsetin.

 

Tjóðskaparlig savning vann ES-valið

Ytsti høgravongurin og flokkurin Rassemblement National, Tjóðskaparlig savning, við Marine Le Pen á odda, bleiv stóri vinnarin á ES-valinum í Fraklandi. 

Flokkurin fekk yvir 30 prosent av atkvøðunum, meðan flokkurin hjá Macron, Renaissance, bara fekk sløk 15 prosent.

Franski forsetin finst eisini at ytsta vinstravonginum og flokkinum La France Insoumise.

- Vinna tey, kann tað eisini elva til borgarakríggj, sigur Macron.

- Her flokkar mann fólk eftir átrúnaðarligum hugmyndum, ella hvørjum nærsamfelagi tey hoyra til. Tað avbyrgir fólk frá restini av samfelagnum, og kann hava við sær borgarakríggj við onnur, sum ikki hava somu virði, sigur franski forsetin.

 

Politisku veingirnir svara aftur

Báðir veingirnir hava funnist at tí, sum franski forsetin hevur sagt.

- Ein forseti eigur ikki at siga sovorðið, sigur Jordan Bardella í Tjóðskaparligari savning.

Og sosialistiski politikarin Jean-Luc Mélenchon fordømir atfinningarnar hjá Macron.

- Tað er politikkur hansara, sum elvir til sivilt ólydni, sigur hann.

Í Fraklandi er tjóðartingsvalið í tveimum umførum.

Fyrra valumfar verður 30. juni, og seinna verður 7. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532