Sleppa ikki at flagga við útlendskum flaggi í Danmark

Sleppa ikki at flagga við útlendskum flaggi í Danmark
Forboðið kemur í gildi næsta ár
Peter Hummelgaard er danskur løgmálaráðharri.
 
27.06.2024 - 08:22

Danski løgmálaráðharrin Peter Hummelgaard hevur sent lóguppskot til hoyringar, um at seta forboð aftur fyri at flagga við útlendskum flaggi á danskari flaggstong.

Tað skrivar danska kringvarpið.

Forboðið skal koma í gildi longu næsta ár.

 

Nú verður bara loyvt at flagga við donskum flaggi í Danmark.

 

Týdningarmesta tjóðarmerki

- Danska flaggið er týdningarmesta tjóðarmerki okkara. Stjórnin staðfestir tí, at danska flaggið eigur at hava serliga støðu í Danmark, sigur danski løgmálaráðharrin.

Danmark hevur í meira enn 100 ár havt reglur fyri flagging. Eitt nú er bannað at flagga við flaggi hjá aðrari tjóð. Men tað broyttist, tá ið Hægstirættur í fjør avgjørdi, at tað var lógligt, tá ið ein maður úr Kolding í 2018 vant amerikanska flaggið á danska flaggstong.

Kunngerðin er tí ógildað, men nú fer Fólkatingið at seta forboðið í gildi aftur.

 

Jógvan Páll Lassen.

 

Einki um útlendsk fløgg

Í Føroyum er støðan øðrvísi.

- Í føroysku flagglógini stendur einki um útlendsk fløgg.

Tað sigur Jógvan Páll Lassen, advokatur:

 

27062024_Flagg

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037