Hesi mynda nýggju leiðsluna í ES

Hesi mynda nýggju leiðsluna í ES
Ursluna von der Leyen heldur fram sum forkvinna í ES-nevndini
Kaja Kallas, uttanríkisleiðari, Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndina, og António Costa, formaður í Evropeiska ráðnum.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.06.2024 - 08:09

Stutt fyri midnátt í gjárkvøldið samdust ES-londini um at tilnevna Ursulu von der Leyen til forkvinnu í ES-nevndini í nýtt fimm ára skeið. Hetta er hægsta starv í ES yvirhøvur.

Fyrrverandi portugisiski forsætisráðharrin António Costa verður nýggjur formaður í Evropiska ráðnum. 

Og estiski forsætisráðharrin, Kaja Kallas, verður nýggjur uttanríkisleiðari í ES.

Semja um hetta fekst ikki fyrr enn seint í gjárkvøldið.

 

Meloni misnøgd

Spenningur var um avgerðina, serliga tí italski forsætisráðharrin, Georgia Meloni, var sera misnøgd, tí hon ikki hevði verið við í tilgongdini at manna leiðsluna í ES.

Tá tað hendi, sótu bara seks ES-leiðarar í fundarhølinum, m.a. Emmanuel Macron fyri Frakland, og Olaf Scholz fyri Týskland.

Tey seks umboðini mynda tær tríggjar samgongurnar, sum saman hava meirilutan í ES-tinginum: kristindemokratarnar EPP, sosialdemokratiska S&D og liberala Renew.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952