Tænastugjald: 2.000 kr um mánaðin fyri tóm hús

Tænastugjald: 2.000 kr um mánaðin fyri tóm hús
Tað er upphæddin, sum Sunda kommuna rindar í tænastum til øll hús í dag
Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu.
 
30.06.2024 - 14:28

Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum, ætlar at leggja eitt uppskot fyri tingið í heyst um at geva kommununum heimild at seta tænastugjald á summarhús og hús, sum standa tóm. 

Eitt slíkt tænastugjald kann koma upp á 2.000 krónur um mánaðin.

Tað metir Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu. Hetta er tann upphæddin, sum kommunan í dag rindar í tænastum til øll hús í kommununi.

 

- Heilt fitt av tænastum verða veittar til øll hús í kommununi tilsamans. Og verða allar tænastur, sum eru knýttar at húsum, húsarhaldum og infrakervi tald við, ja, so liggur tað um eitt skattaprosent í Sunda kommunu. Tað er nærri 2.000 krónum um mánaðin, enn 1.500 krónur, sigur Jógvan Kruse, borgarstjóri.

 

Hoyr samrøðuna við Jógvan Kruse í tíðindunum kl 14.00, her: 

Jogvan_Kruse_taenastugjald

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360