Labour hevur vunnið stórsigur

Labour hevur vunnið stórsigur
Flokkurin fekk 410 sessir á parlamentsvalinum í gjár, og kann skipa stjórn einsamallur
Ein sigursælur Keir Starmer í gjárkvøldið, tá tað var greitt, at Labour hevði vunnið stórsigur á parlamentsvalinum í gár.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 07:56

Labour-flokkurin hevur vunnið bretska parlamentsvalið, og Keir Starmer verður væntandi nýggjur forsætisráðharri. 

Uppteljingin er ikki liðug, men fyribils úrslitið vísir, nú 11 valdømi eru eftir at telja, at Labour-flokkurin hevur fingið 410 sessir, 210 sessir fleiri enn á seinasta vali.

Sostatt kann flokkurin skipa stjórn einsamallur.

Konservativi flokkurin hevur fingið 116 sessir, afturgongdin er 247 sessir.

Liberalu demokratarnir hava fingið 70 sessir, 62 fleiri enn á seinasta vali

Skotski loysingarflokkurin, SNP, hevur fingið sessir. Á seinasta parlamentsvali fekk hann 38 sessir.

Tilsamans 650 tingsessir eru í bretska parlamentinum.

- Broytingarnar byrja nú, segði Keir Starmer, formaður í Labour, seint í gjárkvøldið:

 

05072024_Keir_Starmer

 

Rishi Sunak, forsætisráðharri, ásannaði ósigurin. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Formaðurin í Konservativa flokkinum, Rishi Sunak, varðveitir sín sess í parlamentinum, men flokkurin fhevði stóra afturgongd á valinum í gjár.

- Bretska fólkið hevur givið ein hugvekjandi dóm á valinum, segði Rishi Sunak í røðu síni í gjárkvøldið, tá tað var greitt, at tey konservativu hava tapt:

 

05072024_Sunak

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523