SNP fær væntandi vánaligt valúrslit

SNP fær væntandi vánaligt valúrslit
Kanningar vísa, at skotski tjóðskaparflokkurin fær bara 10 sessir í bretska parlamentinum
Hýrurin var ikki góður á limum í SNP, tá atkvøðurnar vóru taldar. Hendan myndin er úr Glasgow.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
05.07.2024 - 08:51

Skotski tjóðskaparflokkurin SNP fær væntandi eitt vánaligt parlamentsval - helst tað vánaligasta síðani 2010, vísa veljarakanningar á sjálvur valdegnum.

Sambært kanningini fer flokkurin úr 43 sessum niður í 10.

Nógvur ófriður hevur verið í SNP, sum hevur skift formann tvær ferðir í minni enn eitt ár. Fíggjarlig viðurskifti eru kannað hjá flokkinum, og SNP hevur verið í tvíningum í fleiri politiskum málum,  eitt nú í spurninginum um at fáa nýggja fólkaatkvøðu um loysing.

 

Hevur verið væl umboðaður

SNP hevur verið ein av stóru flokkunum í bretska parlamentinum síðani 2015. 

Hann hevur fingið stuðul frá veljarum, sum vilja hava loysing, í kjalarvørrinum á fólkaatkvøðuni í 2014, tá ið 55 prosent av skotum atkvøddu fyri at vera verandi undir bretskum valdi.

Hóast úrslitið á fólkaatkvøðuni ikki gjørdist, sum SNP hevði æltað, sameindust fleiri, sum vildu hava loysing, í flokkinum. 

Í 2015, 2017 og 2019 gjørdist SNP triðstørsti flokkur í bretska parlamentinum, hóast hann bara hevði valevni til 10 prosent av sessunum í parlamentinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Sunnudag 24. mai
Credo:"At vera samd í vón og trú".
208616
Leygardag 23. mai
Jambalaja - 230526
208745
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763
Leygardag 23. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208740
Fríggjadag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208709
Fríggjadag 22. mai
Veðrið
208730