Bardella fer at standa á odda fyri høgraveinginum í ES-tinginum

Bardella fer at standa á odda fyri høgraveinginum í ES-tinginum
Bólkurin 'Patriotar fyri Evropa' er í løtuni triðstørsti bólkur í ES-tinginum
Jordan Bardella fer nú hugsavna seg um ES-tingið, eftir miseydnaðu royndina hjá honum at gerast forsætisráðharri í Fraklandi.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
09.07.2024 - 14:47

Jordan Bardell, sum er formaður í Tjóðskaparliga savningarflokkinum, RN, í Fraklandi, verður leiðari í bólkinum av flokkum, nevndur 'Patriotar fyri Evropa,' í ES-tinginum.

Tað siga franskir og italskir ES-politikarar við tíðindastovuna AFP.

Viktor Orban, forsætisráðharri í Ungarn, og flokkur hansara Fidesz tóku stig til av savna flokkar á høgravonginum í ein bólk.

Tjóðskaparligi savningarflokkurin RN og italska Lega siga, at teir eru við í bólkinum, men týski Alternativ fur Deutschland, AfD, er ikki við. 

Bardella fer nú hugsavna seg um ES-tingið, eftir miseydnaðu royndina hjá honum at gerast forsætisráðharri í Fraklandi.

'Patriotar fyri Evropa' er, sum støðan er nú, triðstørsti bólkur í ES-tinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 20. mai
Dylan 85
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin: Málarin vitjar
208614
Mikudag 20. mai
Morgunlestur mikudagur 20.mai 2026
208379
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523