Ruðuleiki á KT-økinum um allan heimin

Ruðuleiki á KT-økinum um allan heimin
Trupulleikarnir ávirka m.a. bankar, flogfeløg, miðlar og kassaskipanir hjá handilsketum, men ferðslan hjá Atlantsflogi er ikki ávirkað
KT-trupulleikarnir hava eisini rakt floghavnir ymsastaðni í heiminum
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.07.2024 - 08:56

Ruðuleiki valdar á KT-økinum um allan heim. 

Trupulleikarnir, sum eru í Avstralia og aðrastaðni í løtuni, og sum millum annað ávirka flogferðsluna har, ávirka tó ikki ferðsluna hjá Atlantic Airways, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

Eftir øllum at døma er talan um dagføring av einari antivirus-skipan, sum eitur CrowdStrike.

Um allan heim verður boðað frá kt-trupulleikum, sum ávirka flogferðslu, miðlar og handlum.

Trupulleikarnir ávirka millum annað bankar, flogfeløg, miðlar og kassaskipanir hjá handilsketum, skrivar avstralska ABC News.

Blaðið The Guardian  skrivar, at trupulleikar hjá Windows, eru orsøkin.

KT-trupulleikarnir hava við sær, at útvarps- og sjónvarpsstøðir í Avstralia fáa ikki sent.

 

KT-trupulleikarnir ávirka ikki ferðsluna hjá Atlantsflogi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri. (Mynd:  Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sjálvtøkukassar og skíggjar raktir

Sjálvtøkukassarnir í matvøruhandlum rigga ikki, og skíggjar, sum vísa komur og fráferðir á flogvøllinum í Sydney, eru slóknaðir.

Danska kringarpið skrivar, at tilbúgvingin í Keypmannahavn er ávirkað, tí har ber ikki til at taka ímóti automatiskum eldvarnarum.

DSB er eisini ávirkað. Har ber ikki til at keypa ferðaseðlar, ella at kanna ferðsluna.

Boðað verður eisini frá flogførum, sum ikki sleppa á flog.

Í stuttari viðmerking í telefon fyri løtu síðani, segði Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi, at flogferðslan her ikki er ávirkað.

Microsoft skrivar á miðlinum X, at tey arbeiða við at loysa trupulleikarnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424