Enn ein møguleiki at hoyra Eivør framføra "ENN"

Enn ein møguleiki at hoyra Eivør framføra "ENN"
Eivør á palli á ársins G! festivali, har hon eisini spældi nógvar av nýggju sangunum á "ENN"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.08.2024 - 16:27

Í juni í ár gav Eivør plátuna "ENN" út, og í sambandi við útgávuna fer Eivør við bólki á umfatandi konsertferð, har tey skulu spæla heili 38 konsertir.

Fyrstu konsertirnar verða í Norðurlandahúsinum 30. og 31. august, og talan verður um standikonsertir, har Jógvan Joensen hitar upp. Nøkur sitipláss eru í Klingruni, og fólk við serligum tørvi kunnu venda sær til Norðurlandahúsið fyri at bíleggja sitipláss. 

Aftaná konsertirnar í Norðurlandahúsinum, gongur leiðin til Íslands og so víðari út í heim. Vitjað verður í Evropa, Nýsælandi og Avstralia, og í byrjanini av 2025 verður eisini farið til USA, umframt at Evropa verður aftur á skránni í 2025.

Í sambandi við upptøkuna av "ENN" var myndamaður Kringvarpsins, Bjarni Árting Rubeksen, í Studio Bloch, ið nú er farið í søguna, og avmyndaði upptøkurnar. 

 

Framúrskarandi myndarøðin kann síggjast á "Í myndum"  her á heimasíðun Kringvarp Føroya. 

Eivør var gestur í sendingini LEITISSTEIN í sambandi við, at "ENN" kom út, har hon frumspældi alla plátuna og tosaði um sangirnar og tilgongdina við at skapa "ENN". 


Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

 

LEITISSTEIN-sendingin, har Eivør er gestur, kann hoyrast á KVF Ljóð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028